Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 fingið danskan styrk

Betri kvinnur hjá B36 styrkja seg við leikara úr Aab

Emma Lind Simonsen fer at spæla við B36 í ár.

Hon er 20 ára gomul, og er uppvaksin í Aab. Í 2022/23 læs hon í USA, og spældi tá við liðnum á skúlanum. Síðani vendi hon heim aftur til Aab.

Emma royndarvandi við B36 í januar, og felagið ivaðist ikki eina løtu í, at B36 vildi hava Emmu at spæla fyri tey svørt/hvítu í Havn.

Hon hevur spælt nógv í miðverjuni, men kann spæla á fleiri plássum.

– Eg helt tað vera ein góður møguleiki at fáa nógva spælitíð og eisini nakrar góðar upplivingar. Eg kendi meg væl í felagnum og millum fólkini her, tá eg vitjaði B36 eitt vikuskifti í januar. Tí valdi eg, at taka av møguleikanum, sigur Emma Lind Simonsen við heimasíðuna hjá B36.