Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Reikandi málverji til 07 Vestur

Sebastian Linnet John skal verja málið hjá 07 Vestri hetta kappingarárið

Eftir at U21-málverjin, Ari í Haraldsstovu, skifti frá 07 Vestur til KÍ, so hava vágamenn leitað eftir einum nýggjum málverja, og nú hevur felagið funnið sær ein málverja.

07 Vestur hevur fingið royndan málmann úr Danmark at verja málið hetta kappingarárið. Talan er um 27 ára gamla Sebastian Linnet John, sum seinast hevur spælt við HB Køge í Danmark.

Sebastian byrjaði sína yrkisleið í Viborg, har hann var eykamálmaður í 58 dystum í donsku Superliga´ini. Sebastian fór úr Viborg í 2018, og hevur síðan fingið royndir sum málverji í næstbestu donsku deildini. Hann hevur millum annað spælt við Fremad Amager, Kolding IF, FC Fredericia og HB Køge.

Umframt hetta, hevur Sebastian verið úttikin til danska U17, U18, U19, U20 og U21 landsliðini, har hann hevur spælt níggju dystir.

Felagið skrivar, at Sebastian er við sínum drúgvu royndum eitt sera gott íkast til unga 07 Vestur liðið.

– Hann kemur heilt sikkurt at verða okkum ein góður leiðari á vøllinum og íblástur til ungu spælararnar. Hjartaliga vælkomin Sebastian, skrivar heimasíðan hjá 07 Vestri.