Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Byrta og Sakaris telja frøknur

Nýtt staklag frá Byrtu og Sakaris

Í síðstu viku útgóvu BYRTA og Sakaris eitt nýtt staklag. Talan er um teirra útgávu av føroyska hittinum “Frøknur” á miðlinum Youtube. Hetta lagið hava flest allir føroyingar sungið síðan tað á fyrsta sinni var at hoyra í 1984 frá bólkinum Friends.

Hóast hesi sterku nøvnini eru trúgv ímóti upprunalagnum, so hava tey sett sín egna nýmótans elektroniska popp-dám á lagið, soleiðis at tað hóskar til ár 2024.

Byrta og Sakaris hava stórfingna konsert í Sjónleikarhúsinum í kvøld, fríggjadag, og leygardag. Konsertirnar fríggjadag og leygardag eru langtsíðani útseldar, men tað eru enn atgongumerkir eftir til konsertina í kvøld. Janus Rasmussen skrivar so

“So hendir hetta endiliga! Guðrið og eg hava droymt um at spæla í Sjónleikarhúsinum líka síðan vit byrjaðu at gera tónleik saman. So hettar verður serstakt fyri okkum.

Vit hava eitt mega show í morgin. Led skerm, ljós, stórt anlegg og teir dugnaligastu tónleikarar við okkum. So tað er ikki spart uppá nakað.”

Hetta er einasti møguleikin at uppliva eina Byrta konsert í ár, tí virðislønta duoðin við Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen á odda fara ikki at spæla fleiri konsertir í ár.

Atgongumerkir fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar kl. 20 í kvøld.

Lagið kann hoyrast her: