Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nimbus Tópus & Ragnar Finsson í Tøting

Leygarkvøldið 24. Feb. Kl. 20.30 í Tøting

Atgongumerki á 150 kr. (Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót, fáast við dyrnar frá kl. 20.00.
Tey ið eru 18 ár og yngri, og eru limir í Tónleikasamtakinum Grót, hava ókeypis atgongd.

Nimbus Tópus:
Nú kanst tú gleða teg til hoyra Nimbus Tópus í Tøting, tey fara á pall leygarkvøldið 24. februar.

Vit koma við nýggjum tilfari, sum tú óivað ikki vilt forsøma at hoyra!

Við frontdamuni Onnu Sofíu Skoradal og sjeikabólkinum, mannaður av Jákup Tórgarð, Oliver Stryhn Tollundgaard og Magnus Christensen, verða tit í tryggum hondum og garanteraði eina góða uppliving🪩

Nimbus Tópus bleiv veruliga ein partur av tí føroyska tónleikapallinum undir Sement 2023, tá tey gjørdust nummar tvey(!) í harðari kapping. Ein av dómarunum í kappingini helt fyri, at hetta var besta konsertin á Sement nakrantíð – og bólkurin er bara blivin skarpari síðani.

Tónleikurin hjá Nimbus Tópus er genrebending popput soul við einum dismi av jazz harmonium, lekkrum funk licks og rap. Man skal tí hava øgiliga smalan tónleikasmak fyri ikki dáma okkurt av tí tey spýta út.

Bólkurin:

Vokal: Anna Sofía Skoradal
Keys/klaver: Jákup Tórgarð
Bass: Oliver Stryhn Tollundgaard
Trummir: Magnus Christensen

Ragnar Finsson:
Eins og Nimbus Tópus og nógvir aðrir ungir føroyskir tónleikarar, gjørdi Ragnar Finsson vart við seg á tónleikakappingini Sement, har hann í 2016 vann kappingina, tá við bólkinum Bluesette.
Yvirskriftin ið stóð eftir var hendan; ”Fangandi, fullførdur og væl samanspældur tónleikur,” vóru nøkur av rósandi orðunum til tónleikabólkin Bluesette.

Ragnar var tó longu áðrenn, eitt væl kent navn sum tónleikari í Føroyum, har hann longu var kendur frá fleiri ymiskum verkætlanum, bæði sum solistur og við ymiskum bólkum.

Les eisini...  Hoyr hvussu Víkingur eyðmýkti B36 í Sarpugerði

Tað eru tó longu 8 ár síðani, at Bluesette vunnu Sement, og síðani tá er nógv vatn runni í ánna, og hevur Ragnar ment og víðka seg nógv tónleikaliga síðani tá, bæði við at nema sær tónleikaliga útbúgving í Svøríki, umframt at hava luttikið í fleiri øðrum og nýggjum tónleikaligum verkætlanum seinastu árini.

Ragnar Finsson verður at hoyra sum solistur í Tøting, hetta leygarkvøldið í februar.