Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Femina gevst við blaðútgávuni

Framyvir fer bara at bera til at lesa kvinnublaðið talgilt

Seinasta útgávan av danska kvinnublaðnum Femina kemur út tann 29. februar. Framyvir fer kvinnublaðið at koma út talgilt.

Tað skrivar Femina í tíðindaskrivi, sambært journalisten.dk.

Orsøkin til hesa broyting er, sambært Femina, at lesarar hjá blaðnum lesa vikublaðið alsamt meira á netinum, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

Femina fer at halda fram við at gera greinar, poddvørp og videobrot á sínari heimasíðu, femina.dk.

Harumframt fer Femina, sum eisini hevur verið eitt nógv keypt vikublað her í Føroyum, at byrja við einum tíðindabloggi á heimasíðuni, har lesarin kann halda seg dagførdan, tá tað snýr seg um kvinnuevni, javnrættindi og margfeldi.

Fyrsta Femina-blaðið, í núverandi formi, kom út í 1952, men er eitt framhald av miðlinum Nordisk Mønster-Tidende frá 1874 til 1952, har nýggjasti klædnamótin og mótarák vóru at síggja.

(Greinin heldur fram undir greinini)

Blaðmaður stovnaði fótbóltsfelag fyri kvinnur
Á heysti 1959 skuldi blaðmaðurin hjá kvinnublaðnum Femina, Alf Mørkeberg, skriva um ein framsýningardyst millum sjúkrasystranæmingar í Slagelse. Honum dámdi støðið og Mørkeberg gjørdi av at stovna eitt fótbóltsfelag fyri kvinnur.

Hann fekk fleiri sjúkrasystrar at spæla fótbólt, sum annars høvdu spælt hondbólt. Tann 13. oktober varð skipað fyri stovnandi fundi á skrivstovuni hjá Femina. Felagið varð nevnt Boldklubben Femina.

Blaðið Femina stuðlaði hesum kvinnuliðnum fram til 1962 við blusum, gaggum og ferðaútreiðslum.

Femina og Danmark óalmennur heimsmeistari
Fédération Internationale Européenne de Football Féminine (stytt FIEFF) skipaði í 1970 fyri óalmennari HM-kapping fyri kvinnur ella Martini Rosso Cup, sum hon eisini tá varð kallað, har Boldklubben Femina gjørdist danska umboðið, hóast felagið hevði tveir tjekkoslovakar við.

Les eisini...  25 dystir - 25 ymiskar leikaralistar

Hesi londini tóku lut í kappingini: Ongland, Vesturtýskland, Danmark, Kekkoslovakia, Meksiko, Eysturríki, Italia og Sveis. Kekkoslovakia fekk trupulleikar við innfararloyvinum, so vesturtýsku kvinnurnar fingu tveir møguleikar.

Fyrst vann Femina 6-1 á Vesturtýsklandi, har Kirsten Evers skoraði hattrikk, Irene Christensen tvey mál og Helene Østergaard Hansen eitt mál.

Í hálvfinaluni vann Femina 2-0 á Onglandi, har Kirsten Evers skoraði bæði málini.

Í finaluni vann Femina 2-0 á Italia við málum frá Helene Østergaard Hansen og Maria Ševčíková, sum var annar flóttin. Hin var Jana Mandikova.

Henry handar óalmenna HM-steypið til danska liðið