Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dystarskráin fyri Bónus steypafinalurnar 2024

Lagt verður fyri kl 18:00 fríggjakvøldið og síðsti dysturin verður bríkslaður í gongd kl 16:45 sunnudagin

Nógvur flogbóltur verður um vikiskiftið. Tær árligu steypafinalunar í flogbólti vera fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.

Lagt verður fyri kl 18:00 fríggjakvøldið, og seinasta finalan í vikuskiftinum verður bríkslaður í gongd kl 16:45 sunnudagin.

Høvðusdystirnir vera kl 16 og 19 leygardagin hjá teimun vaksnu.

Dystarskráin sær soleiðis út:

Fríggjadagin 23. februar:
Kl. 18.00: SÍ – ÍF (D19)
Kl. 19.15: SÍ – ÍF (D16)
Kl. 20.30: Fleyr – Mjølnir (G16 A)

Leygardagur 24. februar:
Kl. 10.00: SÍ – KÍF (G12)
Kl. 11.15: SÍ – Dráttur (G14 A)
Kl. 12.30: TB b – ÍF a (D12) 
Kl. 13.45: Ternan – TB (D14)

Kl. 16.00: Fleyr – Dráttur (Meistaradeild K)
Kl. 19.00: SÍ – Mjølnir (Meistaradeild M)

Sunnudagur 25. februar:  
Kl. 13.00: KÍF – Ternan (G16 B)
Kl. 14.15: TB – Ternan (G14 B)
Kl. 15.30: Fleyr a – Mjølnir (G19)
Kl. 16.45: SÍ – Mjølnir (Kvinnuunglingar)

Atgongumerki kunnu keypast við dyrnar. Prísurin er 50 kr. fyri allar barna- og ungdómsfinalurnar, og 100 kr. fyri vaksnamannafinalurnar.

Dystirnir verða eisini stroymdir beinleiðis í Televarpinum
Stroyming er HER