Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein festivalur til tey vaksnu

"Okkara Land" er festivalurin til tey vaksnu. Hann sær dagsins ljós summardagin tann 1. juni, 2024. "Okkara Land" verður við Marknagilsvegin í Havn

Á stórum og opnum øki
Har verður lív í á tí stóra parkeringsøkinum við Skúlaheimið í Marknagili. Har verður nevniliga stórur konsertdagur við heitinum Okkara Land.

Føroyskur festivalur
– Talan er um ein nýggjan ”syng við festival”, við føroyskum nøvnum burturav.

Soleiðis sigur fyriskiparin Dan Joensen um festivalin á heimasíðuni, www.okkaraland.fo

“Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond enn síggja tað vakra, sum er í nánd? Somuleiðis meina vit, at vit ikki noyðast at leita so fjart fyri at finna góðan tónleik, sum vit kunnu njóta og syngja við til.

Ætlanin handan Okkara Land er, at hava eitt føroyskt tónleikatiltak bara til tey vaksnu. Vit saknaðu eitt tiltak, sum var meira stílað teimum vaksnu, sum elska at syngja við til øll tey góðu løgini, sum okkara fantastisku føroysku tónleikarir hava smíðað gjøgnum árini”.

Eisini verður føroyskur matur og annað gott at fáa til keyps.

Kunngjørd nøvn
Nógv góð nøvn eru longu kunngjørd. Longu nú eru nógv nøvn komin upp á plakatuna. Millum annað kunnu nevnast Tinganest, Eyðun Nolsøe, Signar í Homrum, Herborg Torkilsdóttir, Ólavur Højgaard,
Sámal Ravnsfjall og Danny & The Veetos – øll við løgum sum nærum øll kunnu syngja við til.

Fleiri nøvn verða kunngjørd í næstum.

Okkara Hits
Frá midnátt og heili tveir tímar fram fara fleiri av okkara allarbestu songfuglum saman við húsorkestri at framføra tað, sum fyriskiparin kallar ”Okkara Hits”. Her sleppa áskoðarar at uppliva og syngja við til fleiri av teimum allar bestu føroysku toppløgnum, sum vit kenna.

Eisini verða stórir skíggjar við teksti uppsettir soleiðis, at áskoðarar sleppa at syngja við sangunum, sum verða framførdir tá.

Les eisini...  Gilli á Tórsfest 2023

Geva aftur til fólkið
Okkara Land vil geva aftur l fólkið. Hetta verður eisini skrivað á heimasíðuni www.okkaraland.fo, har nevnt verður, at festivalurin fer at hjálpa neyðstøddum børnum og barnafamiljum í Føroyum við at stuðla Barnabata eftir tiltakið.

Vertur og vertinna
Eingin annar enn Jákup Magnussen saman við Herborg Torkilsdóttir fara at ríka okkum dagin við at verða vertur og vertinna til festivalin.

Fyriskiparin ger vart við, at tað er 18 ára aldursmark til Okkara Land.

Meira kunning er at lesa á www.okkaraland.fo