Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lýsing sum eggjar ungum til rúsdrekkanýtslu er strikað

Eftir at Brúkaraumboðið setti seg í samband við felagið, sum selir hesar ølbongir, varð uppslagið strikað beinanvegin. Brúkaraumboðið ger tískil ikki meira við málið

Á Facebook-síðuni hjá bong.fo hevur eitt uppslag verið við lýsing fyri útgerð í sambandi við rúsdrekkanýtslu.

Í lýsingini verður eggjað ungum at keypa eina ølbong ella eina dupulta ølbong til ársins dyst millum næmingar á Glasir og Kambsdal. Lýsingin vendir sær til eitt ítróttatiltak fyri miðnámsskúlanæmingar, og tískil metir Brúkaraumboðið, at lýsingin eisini vendir sær til ung undir 18 ár.

Í lýsingini verður millum annað skrivað, ”Bongin 2,0 – Tín trúfasti fylgisveinur til dystin! Hetta er ikki bara ein Ølbong; tað er ein uppliving, ið økir um stemningin.” og ”Dupult Bongin – Fordoplaði stuttleikin, fordoplaði Ballið! Perfekt til at deila gleðina við einum vini.

Hetta fekk millum annað SSP-felagsskapin at tala at. Felagsskapurin vísti millum annað á, at “skulu vit royna at broyta okkara alkoholmentan, og vísa á, at børn undir 18 og alkohol ikki hoyra saman, eiga vit ikki at góðtaka slíkar lýsingar”, skrivaði felagsskapurin millum annað á einum uppslagi á sínum Facebook-vanga.

Partur av lýsingini hjá bong.fo sá soleiðis út:

Brúkaraumboðið inn í málið
Eftir at nakað av fokus hevur staðist av hesi lýsing, er Brúkaraumboðið komið inn í málið.

Brúkaraumboðið metir, at lýsingin á Facebook eggjar ungum – eisini ungum undir 18 ár – til alkoholnýtslu. Eisini metir Brúkaraumboðið, at lýsingini eggjar ungum til vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, tí at lagt verður upp til at kulka øl í seg.

Lóggáva
Í § 8 í marknaðarføringslógini eru serligar reglur fyri marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung undir 18 ár.

Brúkaraumboðið sigur, at marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.

Les eisini...  Tvey jøvn lið møtast í Vestmanna

– Marknaðarføringslógin ásetir eisini, at marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, ikki beinleiðis ella óbeinleiðis má eggja til harðskap, rúsevnisnýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv, sigur Brúkaraumboðið.

Niðurstøða
Brúkaraðumboðið bað felagið um at tryggja, at lýsingarátøk á øllum sosialum miðlum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til alkoholýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ikki verða víst fyri fólkum undir 18 ár.

Um tað ikki bar til at seta aldursfiltur á, so varð felagið biðið um at taka lýsingina av alt fyri eitt.

Men eftir at Brúkaraumboðið hevði sett seg í samband við felagið, bong.fo, varð uppslagið strikað beinanvegin, og Brúkaraumboðið sigur, at tískil verður ikki gjørt meira við hetta málið.