Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brúkaraumboðið: SMS-boð frá Bank Nordik vóru ikki nóg greið

Yvir 8.000 krónur vórðu tiknar av kortinum hjá einum privatfólki, áðrenn kortið varð sperrað av Fraud Monitoring deildini hjá Nets

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina klagu, sum fevnir um sms-boðini, sum verða send út, í sambandi við, at kundar skulu virkja sítt kort í Apple Pay. Klagarin metti ikki, at sms-boðini vóru nóg greið til at borgarar skiltu álvaran í teimum.

Klagarin hevði keypt klæðir á netinum, og fekk seinni eini sms-boð, ið sóu út til at koma frá PostNord, við boðum um at rinda eitt lítið gjald við at trýsta á eina leinkju.

Tá klagarin hevði opnað leinkjuna og inntastað kortupplýsingarnar, fekk hann eini soljóðandi sms-boð frá BankNordik:

”Tú ert við at virkja kortið í Apple Pay. Kotan virkar í ein tíma og er (xxxxxx).

Ring til +298 330330, um tú ikki hevur bílagt kotuna.”

Klagarin tøppaði síðani kotuna inn.

Eitt gott minutt aftaná, fekk hann eini soljóðandi sms-boð frá BankNordik:

”Títt Mastercard kort, sum endar við (xxxx), kann nýtast í smb. við Apple Pay”

Síðan vórðu yvir 8.000 kr. tiknar av kortinum, áðrenn kortið varð sperrað av Fraud Monitoring deildini hjá Nets.

Bank Nordik hevur víst á, at hóast bæði sms-boðini greitt ávaraðu um, at kundin (klagarin) hevur virkjað kortið í Apple Pay, so fekk hetta ikki kundan at reagera, hóast hann bara skuldi gjalda kr. 22,24 til Post Nord, sum einki hevði við Apple Pay at gera. Bank Nordik metir, at hetta er “groft uforsvarlig adfærd” ið hevur gjørt misbrúkið møguligt, og tí skal kundin hefta fyri kr. 8.000,- sambært § 100, stk. 4, nr. 3 í gjaldslógini.

Klagarin metti hinvegin, at hann bert skuldi hefta við 375 kr., sambært § 100, stk. 3 í gjaldslógini, tí at sms-boðini frá Bank Nordik vóru ikki nóg greið til at borgarar skiltu álvaran í teimum. Tískil var ikki talan um «groft uforsvarlig adfærd».

Niðurstøðan hjá Brúkaraumboðnum
Brúkaraumboðið metir ikki, at orðingin í sms-boðunum frá Bank Nordik í nóg stóran mun kunnar ella ávarar brúkaran, soleiðis at ein vanligur brúkari skilur, at okkurt er áfatt og at kotan, sum viðkomandi móttekur, tá eitt kort verður virkja í Apple Pay, ikki má latast víðari.

Les eisini...  Javnt millum London liðini

Brúkaraumboðið metir ikki, at Bank Nordik hevur sýnt reiðiligan handilssið og góða siðvenju innan sítt virkisøki, sambært § 42, stk. 1 í gjaldslógini, og hevur tí biðið Bank Nordik um at orða boðini greiðari, so at borgarin hevur eitt betri grundarlag fyri at skilja álavaran í málinum.

Bank Nordik hevur upplýst fyri Brúkaraumboðnum, at bankin hevur endurgoldið klagaranum alla upphæddina, burtursæð frá 375 kr. Eisini er bankin farin í holt við at umorða sms-boðini, soleiðis at tað gerst enn greiðari fyri kundan, at tað er neyðugt at hugsa seg um, fyri at tryggja sær, at talan ikki er um misbrúk.

Lógargrundarlag
Brúkaraumboðið hevur heimild at viðgera, um boðini frá Bank Nordik eru nóg fullfíggjað og greið til at borgarin skilur álvaran í teimum. Meira ítøkiliga, er spurningurin serliga um Bank Nordik, í nóg stóran mun, hevur orðað síni sms-boð, greitt og týðiligt, soleiðis at ein vanligur brúkari skilur at okkurt er áfatt og at kotan, sum viðkomandi móttekur, ikki má latast víðari.

Brúkaraumboðið tekur hinvegin ikki ítøkiliga avgerð um, at borgarin skal hefta við 8.000 kr. ella við 375 kr.

– Tað er “Det Finansielle Ankenævn” sum viðger ítøkilig mál millum borgara og peningastovn, sigur Brúkaraumboðið.

Heimildin hjá Brúkaraumboðnum er í § 144 í gjaldslógini, sum m.a. ásetir, at “Brúkaraumboðið fører tilsyn med kapitel 5 og §§ 117-119, 124 og 125, og at virksomhederne over for forbrugere overholder kapitel 6 og § 42, stk. 1, og regler udstedt i medfør af § 42, stk. 2.”

Sambært § 42, stk. 1 hevur Brúkaraumboðið eftirlit við, at peningastovnar halda kravið um reiðiligan handilssið og góða siðvenju mótvegis brúkarum.