Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Somu lið sum í fjør

Í steypafinaluni hjá monnum møtast somu lið sum í fjør, SÍ og Mjølnir

Nú leygardagin klokkan 19 hittast SÍ og Mjølnir í finaluni í Bónus-steypakappingini hjá monnum.

Mjølnir má metast at vera favorittur undan steypafinaluni.

Í fjør hittust somu lið í finaluni, og tá vann Mjølnir finaluna.

Hóast SÍ var frammanfyri í bólkaspælinum og vann lættliga 3-1 á Mjølni í Klaksvík. Men ta ferðina stóð ikki so nógv upp á spæl, og tað kann tykjast sum um, at tá ið tað er neyðugt hjá Mjølni at vinna, hevur liðið eitt eyka gir, og tá ið á stendur, er sterki blokkurin ofta avgerandi, so um SÍ skal hava møguleika at vinna, skulu smassjararnir hjá SÍ vísa sínar allar bestu dygdir. Haraftrat skal leikandi venjarin Cristiano Campos leggja trýst á móttøkuna hjá Mjølni við sínum dundurservum – og helst rista nøkur serviess úr ermuni eisini.

Eftir hálvfinalusigurin á ÍF segði Hjørtur Joensen hjá SÍ, at ÍF ‘hevði ein øgiligan blokk og vit kláraðu ikki at koma forbí teir’. Hyggur Hjørtur á navnaseðilin hjá Mjølni, sær hann, at við Jóhan Arna Elisson Wang, Steffani Rosenlund, Bartlomiej Grzegorzewski og Páll Heðini í Grund hinumegin netið, verður uppgávan hvaðna truplari hesa ferð.

Veteranurin hjá Mjølni, hevarin Thorleif Danielsen, vísti kortini aftur, at teir eru favorittar og segði við Kringvarpið at: “Eg vil ikki siga at nakar er favorittur. Tað er 50/50 tá tað er ein sovorðin dystur. Teir hava eitt ordiliga gott lið, og vit skulu vísa okkum frá okkara bestu síðu, um vit skulu vinna.”

Hetta verður sætta finalan hjá Mjølni á rað. Einasti kiksarin í teimum undanfarnu fimm var 3-2 ósigurin fyri ÍF í 2021. Annars eigur Sørvágs Ítróttarfelag metið við flest finalum á rað, nevniliga sjey frá 2012 til 2018, men tó skal sigast, at sjeynda árið var tað SÍ b – viðhvørt nevndir teir gomlu – sum var í finaluni og vann 3-2 á ÍF.

Les eisini...  Byrjaðu mini-kakurnar í koronatíðin

Dómarar í Bónus-finaluni leygardagin vera feðgarnir Dávið Ryan (1.) og Jan Hentze (2.)

Úrslit frá steypafinalum hjá monnum frá 2000:
2023 Mjølnir – SÍ 3-1 (19-25,25-19,25-21,25-20)
2022 Mjølnir – ÍF 3-1 (25-14,23-25,25-18,25-18)
2021 ÍF – Mjølnir 3-2 (21-25,25-21,25-20,19-25,15-12)
2020 Mjølnir – SÍ 3-0 (25-15,25-19,29-27)
2019 Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-23,25-20,25-14)
2018 SÍ b – ÍF 3-2 (25-20,20-25,25-27,25-19,15-08)
2017 Fleyr – SÍ 3-1 (25-17,22-25,25-18,26-24)
2016 ÍF – SÍ 3-0 (25-23,25-23,26-24)
2015 SÍ – ÍF 3-2 (21-25,26-24,25-20,19-25,15-13)
2014 ÍF – SÍ 3-0 (25-21,25-14,25-19)
2013 ÍF – SÍ 3-2 (20-25,19-25,26-24,25-17,15-07)
2012 SÍ – Mjølnir 3-0 (25-19,25-16,25-15)
2011 ÍF – Mjølnir 3-2 (25-13,25-21,21-25,18-25,15-13)
2010 SÍ – Mjølnir 3-1 (25-23,25-19,18-25,25-19)
2009 ÍF – SÍ 3-1 (25-22,21-25,25-17,25-19)
2008 SÍ – Mjølnir 3-1 (26-24,25-13,18-25,26-24)
2007 Mjølnir – ÍF 3-0 (25-16,25-21,25-15)
2006 Mjølnir – Fleyr 3-0 (25-22, 26-24,25-23)
2005 SÍ – Mjølnir 3-0 (25-18,25-18,25-23)
2004 ÍF – SÍ 3-0 (25-17,25-22,25-20)
2003 ÍF – SÍ 3-2 (25-21,23-25,25-16,21-25,15-13)
2002 SÍ – ÍF 3-0 (25-15,26-24,25-14)
2001 ÍF – Mjølnir 3-0 (25-17,25-20,25-15)
2000* Mjølnir – Fleyr 2-1 (21-17;15-21;7-2)(16-21;20-22)(15-10)
* Í fyrstu steypafinaluni í ár 2000 varð leikt við “Nordic Score” stigaskipanini.

Kelda: Flogbóltssamband Føroya