Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Allar greinar hjá Frihedsbrevet.fo ókeypis í eina viku

Fyri at fleiri skulu fáa innlit í tað, ið Frihedsbrevet ger, so hevur miðilin valt at taka gjaldsportrið niður á greinum í eina viku

Beint nú eru allar greinarnar hjá Frihedsbrevet.fo ókeypis, og soleiðis verður tað í eina viku.

– Hetta verður gjørt í eitt avmarkað tíðarskeið, frá mánadegnum 26. februar til og við mánadagin 4. mars – og er bara galdandi á heimasíðuni frihedsbrevet.fo, skrivar Frihedsbrevet í tíðindaskrivi.

Víðari stendur, at við at taka gjaldsportrið á heimasíðuni niður, so ber til hjá øllum at lesa og lurta eftir greinum hjá Frihedsbrevet. Hetta, so fleiri fáa betri innlit í tað, sum miðilin ger, skrivar nýggjasti miðilin í Føroyum.

Eftir 4. mars – tað vil siga 5. mars, so verður alt sum vanligt aftur. Tá kostar alt tilfarið hjá Frihedsbrevet aftur 125 krónur um mánaðin – ella 950 krónur um árið.

– Eg skal vera púra erlig og viðganga, at eg vóni, at nøkur tykkara hava fingið smakk upp á meira, eftir at hava lisið okkara greinar ókeypis í eina viku, sigur Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.

Gjaldsportrið er tó framvegis galdandi fyri poddvørpini hjá Frihedsbrevet, undantikið Frímælt, ið er ókeypis poddvarp, sum kemur út einaferð um vikuna.