Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Blóðreyð tøl hjá Frihedsbrevet

Fyrsti ársroknskapur hjá Frihedsbrevet vísir eitt undirskot upp á 1,5 milliónir krónur

– Vit taka ikki ímóti miðlastuðli, vit hava ongar lýsarar og tí kunnu vit av røttum siga, at vit eru bert í tínum lumma.

Soleiðis ljóðar partur av slagorðunum hjá nýggjasta miðlinum í Føroyum, Frihedsbrevet, ið sá dagsins ljós seinast í november í 2022.

Um tað er manglandi miðlastuðul, vantandi lýsingarkrónur ella nakað annað skal ikki vera sagt, men nú fyrsti ársroknskapurin fyri nýggja miðilin er úti, so sæst, at nýggi miðilin hevur eitt undirskot upp á umleið 1,5 milliónir fyri fyrsta árið, sum miðilin hevur verið til í Føroyum, sæst at lesa í roknskapinum hjá Frihedsbrevet, ið er kunngjørdur á vinnuvitan.biz í dag.

Heilt ítøkiliga vísir fyrsti ársroknskapurin hjá felagnum 2022/23 eitt undirskot upp á 1.450.854 krónur, og fíggjarstøðan hin 30. september í 2023 vísir eina negativa eginogn upp á umleið 1,4 milliónir krónur.

Felagið skrivar, at fyrsta roknskaparár er lutvíst merkt av uppstartsútreiðslum og vanligur rakstrarútreiðslum, áðrenn felagið byrjaði at selja sínar tænastur og lutvíst av, at inntøkurnar eru komnar meira líðandi enn rakstrarútreiðslurnar.

Felagið sigur seg hava sæð framgongd í søluni, og um tann gongdin heldur fram, so roknar leiðslan við munandi betri rakstri fyri inniverandi ár, so arbeiðir leiðslan – umframt at arbeiða við at skaffa fleiri inntøkur – við at framhaldandi við at laga útreiðslurnar til, og at tryggja felagnum neyðugt gjaldføri.

Hvussu felagið skal laga útreiðslurnar til er kanska torført hjá summum at fáa eyga á, tí síðan tíðindamiðilin er vorðin til, er eitt starvsfólk sett afturat, so Frihedsbrevet nú telur fýra starvsfólk – og tá skal eisini havast í hyggju, at ikki øll av upprunamanningini, sum taldi trý starvsfólk, arbeiddu fulla tíð fyri nýggja miðilin fyrstu tíðina.

Les eisini...  Enn eitt persónsálop við knívi í Danmark

Bruttovinningurin hjá Frihedsbrevet var 435.000 krónur. Inntøkurnar ella umsetningurin er nokk nakað hægri, men verður ikki upplýstur í roknskapinum, meðan starvsfólkalønir í fyrsta roknskaparárinum ljóða upp á umleið 1,85 milliónir krónur.

Grannskoðaravirkið Spekt, sum hevur gjørt roknskapin fyri Frihedsbrevet, skrivar, at tað er “týðandi óvissa um framhaldandi rakstur”, tí felagið hevur eitt nú mist allan sín innskotspening, og hevur eina negativa eginogn upp á 1,4 milliónir krónur.