Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klipp í koyrikortið fyri yvirháling

Yvirhálaði, har tað ikki er loyvt. Eisini hendi eitt arbeiðsóhapp í Havn í nátt

Á middegi í gjár varð ein bilur steðgaður, tí bilurin yvirhálaði ein annan bil á einum vegastrekki, har tað ikki er loyvt at yvirhála.

Hetta var á landsvegnum beint oman fyri Hvítanesi.

Fyri hesa yvirháling fær bilførarin eitt klipp í koyrikortið.

Kaustisk soda í eygað
Beint eftir midnátt fekk Føroya Politi eina fráboðan í miðstaðarøkinum, at eitt arbeiðsfólk hevði fingið kaustisk soda í annað eygað.

Viðkomandi, sum fekk hendan etsandi løgin í eygað, fór á Landssjúkrahúsið at fáa hjálp fyri tilburðin.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur, at viðkomandi var í holt við at reinsa nakrar kassar, tá óhappið hendi.

– Málið verður nú kannað, og Arbeiðseftirlitið kemur eisini upp í málið, visti vaktleiðarin at siga í morgun.