Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KÍ skrivar undir við franskan miðverja

Talan er um ein sterkan, kvikan og tekniskt stinnan spælara við drúgvum royndum, sambært KÍ-venjaranum

Tað hevur ikki verið so nógv at hoyrt um spælaraflytingar til føroyameistararnar úr Klaksvík seinastu tíðina, men í dag kunngerð felagið, at KÍ hevur skrivað undir við ein franskan miðverja.

– Tað eru ávísir eginleikar, vit ynskja í nýggja verjuleikaranum. Hesar meta vit, at fraklendingurin, Cédric Yambere, hevur í sær.

Tað sigur KÍ-venjarin, Haakon Lunov, við heimasíðuna hjá KÍ um nýggja miðverjan, nú felagið dúgliga hevur leitað eftir einum verjustyrki seinastu vikurnar.

– Cédric er 33 ára gamal við drúgvum royndum. Gjøgnum árini hevur hann spælt og búleikast í ymsum londum og mentanum. Hann er ein sterkur,  kvikur og tekniskt stinnur spælari og av drúgvum royndum veit hann, hvat skal avrikast fyri at vinna dystir, sigur KÍ-venjarin um nýggja miðverjan hjá KÍ.

Verður hugt eftir hansara CV, so síggjast nógvar adressur, har franski miðverjin hevur spælt. Hann hevur til dømis spælt í fronskum, belgiskum, grikskum, kypriotiskum, saudiarabiskum og russiskum fótbólti, og nú verður tað við Djúpumýrar, at Cédric Yambere fer at hava adressu.

Cédric er føddur og uppvaksin í franska býnum Bordeax, men hevur eisini ríkisborgaraskap í Miðafrikanskalýðveldinum.

Sambært KÍ er ætlanin, at hann er við Djúpumýrar um eina viku, men tað fer at taka nakað av tíð at útvega uppihalds- og arbeiðsloyvi sum krevst, áðrenn hann kann tørna út fyri KÍ, skrivar felagið.