Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mest skal byggja frystitrolara til Varðan

Sáttmáli er undirskrivaður millum Varðan og skipasmiðjuna MEST um at byggja nýggjan frystitrolara. Skipið skal latast reiðarínum á sumri í 2026

Talan er um eitt framkomið skip, sum er útgjørt til framtíðar krøv. Skipið skal vera 44,15 metrar langt og 11,60 metrar breitt. Frystitrolarin skal hava ein framkomnan Wartsila-25 motor við 2611 HK. Hetta er ein motorur, sum brennur lítið og sum er gjørdur klárur til at verða umbygdur til grønar loysnir.

Sniðið á skipinum er gjørt í samstarvi millum Varðan og Mest, og málið hevur verið at tryggja so góð arbeiðsviðurskifti og hentleikar til manningina umborð, sum møguligt. Skipið skal hava eina verkasmiðjusloysn við frystiorku á 40 tons um dagin.

– Vit á Varðanum gleðast um, at nýggi frystitrolarin verður bygdur í Føroyum. Mest hevur áður bygt frystitrolarar og hava fyri stuttum bygt nýggja havrannsóknarskipið, Jákup Sverra – so vit valdu Mest at standa fyri byggingini av okkara nýggja frystitrolara, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum, í tíðindaskrivi.

Stjórin hjá Varðanum, Bogi Jacobsen og stjórin hjá Mest, Mouritz Mohr, taka í hondina á hvørjum øðrum beint eftir at hava skrivað undir seinnapartin í gjár

Stjórin í Mest, Mouritz Mohr, er eisini fegin um sáttmálan við Varðan.

– Hettar er ein stórur dagur fyri okkum á Mest. At vit í Føroyum fáa møguleikan at varðveita skipasmíð sum handverk er umráðandi fyri okkum sum tjóð. Serliga gleðiligt er tað, at vit eru kappingarfør við okkara grannatjóðir, sigur Mouritz Mohr.