Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Politiið: Innbrot í Havnini kunnu hava samband við hvørt annað

Tað kann vera, at fleiri fólk hava verið við í hesum innbrotum, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi

Hesar seinastu dagarnar hava verið nøkur innbrot í Havnini, og serliga er tað ølstovan Mikkeller, ið hevur havt óbodnar gestir á gátt meira enn einaferð hesa seinastu vikuna, har millum annað peningur er stolin.

Hetta seinasta døgnið hevur eisini verið innbrot í einum handli í Havn, umframt at onkur hevur verið umborð á nøkrum skipum og bátum í Havn hesar seinastu dagarnar, og tá er talan um fleiri fólk, sum hava verið við hesum brotsgerðum, sambært Føroya Politi.

– Vit arbeiða við einari teori um, at hesi mongu innbrotini seinastu dagarnar hava nakað við hvørt annað at gera, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi í morgun.

Í samband við innbrotið og stuldur í einum handli í miðbýnum, so vístu myndir frá vakmyndatólum, hvørji hesi vóru, ið høvdu brotið inn, og tá løgreglan fór at tosa við fólkini, vísti tað seg, at tey viðgingu eisini tvey innbrot í Mikkeller, umframt at hava verið umborð á nøkrum skipum og tikið millum annað medisin.

– Tá vit eru liðug at kanna hesi málini, so er tað upp til ákæruvaldið at gera av, hvat víðari skal henda, greiðir vaktleiðarin frá.