Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fargen fer at arbeiða meira miðvíst at røkka ávísum bólki

Tveir triðingar av setta málinum hjá Fargen er rokkið, tá tað kemur til luttakarar til at savna tilfar frá føroyingum og fáa kanningar í lag, ið kunnu menna møguleikarnar fyri sjúkufyribyrging og viðgerð

“Dyrgja eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár”.

Soleiðis ljóðaði yvirskriftin á tíðindaskrivi, sum varð sent út um Fargen í februar 2023. Boðskapurin rein við, tí eftir hesa “yvirlýsingina” kom stór tilgongd til FarGen av serliga monnum og eysturoyingum.

Fólkaheilsustýrið skrivar, at orðini lýsa eisini væl virksemið hja Fargen farna árið, har øll segl eru sett at arbeiða fram móti málinum at útvega 3.500 luttakarar, samstundis sum roynt hevur verið at raka so breitt, sum til ber.

– Komandi tíðin fer hinvegin at vera merkt av einum meira málrættaðum átaki at røkka ávísum bólkum í føroyska samfelagnum. Fyrri bólkurin umfataði eitt nú mannfólk, eldri fólk og føroyingar úr norðara og eystara parti av Føroyum. Seinni bólkurin fer at fevna um fólk, sum bera ávísar sjúkur; tarmbrunasjúkur, diabetes, høgt blóðtrýst og ávísar giktsjúkur, skrivar Fargen.

Fargen skrivar á heimasíðu sínari, at um ársskiftið vóru 2.312 luttakarar skrásettir hjá Fargen, ið svarar til tveir triðingar av setta málinum, sum er 3.500 luttakarar, og hetta málið verður væntandi rokkið seinni í ár, skrivar Fargen.

Støðulýsing fyri Fargen, eins og nakrar av teim ætlanunum, sum liggja fyri framman, kunnu lesast í kunningarskrivinum frá Fólkaheilsustýrinum her.