Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U17-hópurin til EM úttikin

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars

Um smáar tríggjar vikur, frá 17. til 23. mars vera Føroyar vertir fyri bólki B3 í EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum.

Umframt Føroyar sum vertsland, luttaka Rumenia, Georgia og Lettland eisini í kappingini.

Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17 gentunum, og hon hevur nú sett navn á tær 18, ið eru boðsendar at umboða Føroyar í EM-undankappingini.

Hópurin sær soleiðis út:
Brá Zachariassen, B36
Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy
Marita Sofía Østerø, HB
Lý Gray Djurhuus, HB
Silja Ragnarsdóttir Trier, HB
Bára Tórálvsdóttir Poulsen, HB
Sólja Vinjardsdóttir Johansen, KÍ
Birita Mohr, KÍ
Helga Mikkelsen, NSÍ
Rannvá við Streym, NSÍ
Ingrið Berg Rasmussen, Skála
Alda Petersen, Skála
Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
Jakobina Bergsdóttir, Vildbjerg SF (Danmark)
Rósa Reginsdóttir, Vildbjerg SF (Danmark)

Sunnudagin 17. mars
Kl. 13:00 Lettland – Føroyar
Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

Mikudagin 20. mars
Kl. 13:00 Føroyar – Georgia
Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

Leygardagin 23. mars
Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia
Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

Allir dystirnir, undantikið dysturin millum Georgia og Lettland í síðsta umfari, verða spældir á Tórsvølli.

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF