Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrrverandi fótbóltsspælari serlækni í almennum medisini

Jón Rói hevur tikið fýra og eitt hálvt ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hann hevur verið í ymiskum læknaviðtalum

Í dag hevur verið ein lítil móttøka í Landssjúkrahúsinum, har umboð frá stjórn fingu heilsa uppá Jón Róa í samband við at hann nú er liðugur.

Tað skrivar heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum.

Jón Rói hevur tikið fýra og eitt hálvt ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hann hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.

Jón Rói hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Arnhold Jensen í Norðoya læknadømi, hjá kommunulækna Djóna Sandberg Joensen í Vága læknadømi og teir seinastu sjey mánaðaranar í viðtaluni hjá Bjarna Wardum, kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.

Í løtuni eru 13 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Í 2025 verða eftir ætlan fimm læknar útbúnir sum serlæknar í almennum medisini.

– Landssjúkrahúsið fegnast um at vera við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar, skrivar heimasíðan hjá Landssjúkrahúsinum.

35 landsdystir fyri Føroyar
Tað eru fleiri, ið minnast Jón Róa frá fótbólti, sum hevur umboðað barndómsfelagið HB, Brøndby, Aab og Frem. Eisini er Jón Rói Jacobsen skrásettur fyri at hava spælt 35 landsdystir fyri Føroyar, og tá er talan bæði um lands- og vinadystir.

Afturvendandi skaðar førdu kanska við sær, at hugurin til fótbóltin minkaði, og Jón Rói gavst meira ella minni at spæla yrkisfótbólt í 2009, tá hann heldur vildi royna nýggjar avbjóðingar, og nú er so greitt, at fyrrverandi yrkisfótbóltsspælarin nú er serlækni í almennum medisini.