Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rættarhjálpin fekk 842 fyrispurningar í fjør

Tað eru mest fólk í aldrinum frá 30 til 65, ið vendu sær til Rættarhjálpina. Flestu fyrispurningarnir komu úr Suðurstreymi

Rættarhjálp Føroya varð stovnað í 1996. Rættarhjálpin veitir ókeypis hjálp við ávísum løgfrøðiligum spurningum. Øll kunnu venda sær til rættarhjálpina, men víðkað hjálp verður veitt teimum, ið eru ringast fyri fíggjarliga.

Í fjør fekk Rættarhjálpin í al 842 fyrispurningar, ið snúðu seg um alt frá hjúnarskilnaði, setanarviðurskiftum, arvi og skifti til fasta ogn. Av hesum 842 fyrispurningunum, so endaðu 20 fyrispurningar í rættarmálum.

Tað eru serliga fólk í aldrinum 30 ár til 65 ár, sum vendu sær til Rættarhjálpina í fjør, tí hesin aldursbólkur hevði 610 fyrispurningar um rættarhjálp.

Tey, ið eru undir 20 ár høvdu níggju fyrispurningar, meðan tey ungu frá 20 til 29 høvdu 107 fyrispurningar. Fólk, sum eru yvir 65 ár sendu 116 fyrispurningar til Rættarhjálpina.

Geografisk sæð, so koma langt tær flestu fyrispurningarnir úr Suðurstreymi, tí tær eru 435 í tali, sum er eitt sindur meira enn helvtin av øllum fyrispurningunum um rættarhjálp í fjør.

Næstflestu fyrispurningarnir koma úr Eysturoy, og tær vóru 106, meðan tað komu 74 fyrispurningar úr Suðuroynni.

Flestu fyrispurningar snúðu seg um arvaspurningar, tí 142 út av teimum í alt 842 fyrispurningunum snúðu seg um arv og skifti í samband við andlát, meðan næstflestu fyrispurningarnir, 60, snúðu seg um sundurlesing og hjúnaskilna.

Triðflestu fyrispurningarnir, 56, snúðu seg um fasta ogn.

Alt ársyvirlitið fyri 2023 sæst her.

Um Rættarhjálpina
Rættarhjálp Føroya hevur til endamáls at bjóða fría løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving til einstaklingar. Rættarhjálpin hevur tagnarskyldu, og allar áheitanir verða viðgjørdar í trúnaði.

Rættarhjálp Føroya bjóðar fría løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving til einstaklingar. Rættarhjálpin hevur tagnarskyldu, og allar áheitanir verða viðgjørdar í trúnaði.

Rættarhjálpin í Føroyum er mannað við løgfrøðingum, ið starvast hjá tí almenna, privatum fyritøkum og á advokatskrivstovum.

Les eisini...  Nik Kershaw á Tórsfest 2024

Les meira um Rættarhjálpina her.

Rættarhjálpin er flutt út á Reyn

Rættarhjálpin flutti í fjør úr Kristnastovu í høli longri úti á Reyni. Rættarhjálpin húsast nú í gomlu húsunum “Á Kák”, Reyngøta 33. Inngongdin er frá túninum aftanfyri Reynagarð.