Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Johan Dahl lagdur undir at gjørt fremmanda kvinnu við barn

Málið er nú meldað til løgregluna

– Eg havi sæð meg noyddan at fara til løgregluna í dag við einum málið um sjikanu og ærumeiðing av mær.

Tað skrivar politikkarin Johan Dahl á sínum Facebook-vanga.

Hann skrivar, at seinastu seks mánaðirnar hevur ein ónevndur persónur, fyrst við tveimum anonymum maskinskrivaðum brøvum, sum eru send til konu hansara, og hevur síðan skrivað á anonyma sosiala miðilin Jodel, at Johan Dahl skal hava gjørt eina fremmanda kvinnu við barn.

– Tá haldi eg, at nokk er nokk. Vónandi kann løgreglan loysa hetta málið og finna fram til hvør viðkomandi er, sum hevur sett hesa søgu ígongd, skrivar Johan Dahl.

Hann sigur seg annars hava sera breiðan rygg politiskt, har hann mangan hevur staðið fyri skotum.

– Men tá mann byrjar at gera sálarligan ágang persónligt á meg og mína familju, so flýtur bikarið yvir.

– Til øll tey, sum hava tikið hesa søgu til sín og ført hana víðari i umferð, kann eg bert staðiliga afturvísa hesi tíðindi sum reinur heilaspuni frá onkrari sjúkari sál, skrivar Johan Dahl á sínum Facebook-vanga.