Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skoraði fyrstu landsliðsmálini fyri Turkaland

Fótbóltslívsleiðin vardi heili 19 ár við sama felag.

Zeki Rıza Sporel var føddur 28. februar 1898 í Istanbul, har hann byrjaði sum ungdómsleikari hjá Fenerbahçe og spældi fyrsta dystin sum 18 ára gamalur í kappingarárinum 1915-16. Hann spældi heili 19 ár fyri felagið og skoraði ikki færri enn 470 mál í 352 dystum fyri fyrstaliðið.

Zeki spældi 14 landsdystir millum 1923 og 1928, har hann skoraði 16 mál og var liðskipari í 10 landsdystum. Hansara fyrsti landsdystur var eisini fyrsti landsdysturin hjá Turkalandi. Tann 26. oktober 1923 spældi Turkaland ímóti Rumenia á Taksim leikvøllinum í Istanbul. Zeki skoraði fyrsta landsliðsmálið hjá Turkalandi, tá ið hann í 32. minutti javnaði til 1-1 og í 50. minutti legði hann Turkaland á odda 2-1, men dysturin endaði við einum 2-2 javnleiki.

Hesir spældu fyrsta landsdystin hjá Turkalandi:

Nedim Kaleci (Altınordu SK İstanbul)
Hasan Kamil Sporel  (Fenerbahçe) 
Cafer Çağatay (Fenerbahçe)
İsmet Uluğ (Fenerbahçe)
Nihat Bekdik (Galatasaray)  
Baron Fevzi (Altınordu SK İstanbul)
Emin Bey (Altınordu SK İstanbul)  
Alaeddin Baydar (Fenerbahçe)  
Zeki Rıza Sporel (Fenerbahçe)  
Sabih Arca (Fenerbahçe)
Bedri Gürsoy (Fenerbahçe)

İbrahim Kelle (Altınordu SK İstanbul) varð skiftur inn í 32. minutti fyri Baron Fevzi.

Zeki Rıza Sporel var avgjørt ein stjørnuleikari hjá Turkalandi fyrstu tíðina, tí hann skoraði eisini øll 4 málini í 4-2 sigrinum á Finnlandi, tvey mál í 4-1 sigrinum á Estlandi og øll trý málini í 3-1 sigrinum á Lettlandi. Sostatt skoraði Zeki 6 tey fyrstu landsliðsmálini fyri Turkaland og ellivu av teimum fyrstu 13 málunum.

Hann umboðaði Turkaland undir OL 1924 og OL 1928.

Zeki Rıza Sporel spældi við Fenerbahçe fram til 1934. Hann var politiskt virkin í demokratiska flokkinum, tá ið hann hevði lagt gaggurnar á hillina og var stýrislimur á floksblaðnum Zafer.