Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Solby A. Christiansdóttir er sett at samskipa oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027

Tað verður Solby A. Christiansdóttir, sum skal fyrireika og samskipa oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027. Hon er serliga kend úr Kringvarpinum, har hon eitt nú havt ítróttin undir hond

– Oyggjaleikir hava altíð havt eitt serstakt pláss í mínum ítróttahjarta, og tí vóru tað stór gleðistíðindi, tá ið tað frættist, at leikirnir nú koma aftur til Føroya. Tað er mær ein heiður at hava fingið tað álit frá ÍSF at standa fyri leikunum.

Tað sigur Solby A. Christiansdóttir í tíðindaskrivi frá ÍSF, nú tað er greitt, at hon er sett til at fyrireika og samskipa oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027.

Høvuðsuppgávan hjá nýggja samskiparanum verður í fyrstu syftu at samskifta við sambondini og ymsu ítróttagreinarnar í Føroyum, sum eyðsæð fara at hava ein stóran leiklut, nú kappingingarnar skulu leggjast til rættis.

Uppgávan fevnir eisini um samskifti við politisku skipanina, kommunur, altjóða oyggjaleikanevndina og hini oyggjaleikalondini.

Solby skal samskipa innihaldið og karmarnar um leikirnar, og hon fær ábyrgdina av øllum logistikki – bæði viðvíkjandi kappingum, venjingum og ikki mist gisting, nú ein innrás av íðkarum, hjálparfólki og áskoðarum væntast koma til Føroya. 

Stórur áhugi fyri starvinum
ÍSF skrivar í tíðindaskrivinum, at oyggjaleikirnir hava serligan týdning fyri føroyingar.

Tað sást á reaktiónunum, tá ið tað frættist, at leikirnir nú koma aftur til Føroya í 2027. Tað sást eisini á umsóknartalinum, nú ÍSF hevur søkt eftir fólki at samskipa og leggja oyggjaleikirnar í ‘27 til rættis”, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

– Hetta er ein stór og spennandi uppgáva at lyfta, og helst tað størsta tiltakið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Tað er avgerandi, at tað verður lagt væl til rættis – og vit eru sera fegin um at kunngera, at Solby Christiansdóttir fer at taka sær av at skipa oyggjaleikirnar. Hon kennir ítróttaheimin, bæði sum íðkari, venjari og journalistur. Vit eru sannførd um, at Solby hevur røttu eginleikarnar og førleikarnar, sum krevjast fyri at fyrireika, samskipa og standa fyri oyggjaleikunum, nú teir aftur koma til Føroya, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.

Les eisini...  Úrvalsítrótturin fær 1,63 milliónir krónur í 2024

Starvið sum oyggjaleikasamskipari er eitt fulltíðarstarv, og Solby A. Christiansdóttir tekur við starvinum 1. mai.

Um Solby A. Christiansdóttir:

  • 47 ár
  • Úr Klaksvík, búsitandi í Havn
  • Útbúgvin journalistur og BA í føroyskum máli og bókmentum
  • Starvast sum journalistur frá 2002. Fyrstu árini á Sosialinum, síðani KVF
  • Seinastu fýra árini eisini UEFA-samskipari hjá KÍ