Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ternan siglir aftur

Strandfaraskipið fór aftur í sigling klokkan 15. Ferðafólk, sum vóru við á túrinum í morgun, tá Ternan rendi á land, fáa tilboð um sálarhjálp, um tørvur er á tí

– Ferðafólk, ið vóru við Ternuni klokkan 10:30 úr Nólsoy, tá ið hon rendi á Eystaru bryggju í Havn, kunnu venda sær til Strandferðsluna á telefon 34 30 30, um tørvur er á at tosa við sálarfrøðing um hendingina.

Soleiðis skrivar Strandferðslan á heimasíðu sínari í samband við, at Ternan rendi á bryggjuna í Havn, tá Ternan kom úr Nólsoy fyrrapartin.

Málið hevur verið kannað, og Ternan byrjaði aftur í sigling nú seinnapartin, tá hon fór av Havnini klokkan 15, og úr Nólsoy klokkan 15:25.

– Síðan verður siglt sambært ferðaætlanini tað, ið eftir er av degnum, sigur Strandferðslan.

Landgongin á farstøðini í Havnini fekk skaða av stoytinum, og er í løtuni óvirkin, tí  heitir Strandferðslan á ferðafólk at ferðast eftir bildekkinum, tá farið verður í land ella umborð á Smyril.