Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

AB hálva millión í avlopi

Argja Bóltfelag hevði aðalfund í síðstu viku, har eisini tvey nýggj fólk vórðu vald inn í nevndina

Hóast Argja Bóltfelag flutti niður úr bestu deildini í fjør, so gekst betur við fíggjarliga partin.

Roknskapurin fyri í fjør vísir eitt avlop upp á 515.000 krónur.

– Fyri einum ári síðani sá tað ikki tespiligt út, tá hallið fyri 2022 var 992.000 krónur. Í 2023 gekk rætta vegin fíggjarliga, tí hóast ítróttaligt vónbrot, so kom felagið væl betur úr árinum peningaliga. Enn hevur felagið eina ávísa skuld at dragast við, men hon væntast burtur um eitt ár, skrivar AB á heimasíðu sínari.

Eisini var val av nevnd á skránni. Sunneva M. Hansudóttir stillaði ikki upp aftur til nevndarval, og tað gjørdi tiltakslimurin, Sanna Hansdóttir Niclasen, heldur ikki.

Í teirra stað blivu vald Esther Jespersen, ið er nýggjur nevndarlimur, meðan Jónas Stenberg er nýggjur tiltakslimur.

– Felagið takkar Sunnevu og Sannu fyri íkastið og ynskir Esther og Jónasi, og restina av nevndini, blíðan byr í nevndararbeiðinum, skrivar AB.

Nevndin sær nú soleiðis út:
Formaður: Marius Thomasssen
Næstforkvinna: Durita Sloan Dal-Christiansen
Kassameistari: Patur Sivertsen Vase
Skrivari: Esther Jespersen
Nevndarlimur: Gunleif Hentze
Tiltakslimur: Sóley Martinsdóttir við Garð
Tiltakslimur: Jónas Stenberg