Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Væl nøgd við tølini fyri fyrsta ársfjórðing

Úrslitið fyri skatt er 70 milliónir krónur, sum er eitt vet lægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið úrslitið fyri skatt var 75 milliónir krónur

Føroya Banki hevur kunngjørt roknskapartølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár. Tíðarskeiðið hevur verið merkt av hægri niðurskrivingum, men úrslitini sum heild góð, sigur bankin.

Úrslitið fyri skatt er 70 milliónir krónur, sum er eitt vet lægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið úrslitið fyri skatt var 75 milliónir krónur, sum stava í høvuðsheitum frá rentuinntøkum, avkasti á eginognini og eini góðari javnvág millum inntøkur og útreiðslur.

– Hóast vit síggja eina øking í niðurskrivingum, so er hetta ikki eitt tekin um, at okkara kundar sum heild hava tað trupult. Hyggja vit til dømis eftir troti, skáum og samansparingunum, sum kunnu siga nakað um, hvørt kundarnir hava fíggjarligar avbjóðingar ella ikki, so eru eingi tekin um, at kundarnir ikki klára at svara sínum skyldum. Vit síggja enntá eina hækking í samansparingunum seinastu árini, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.

Útlitini fyri restina av árinum
Bankin sigur, at útlitini fyri restina av árinum eru sum heild góð. Roknskapartølini bera boð um nøktandi úrslit higartil, og hóast niðurskrivingarnar eru hækkaðar nakað, so eru væntanirnar til samlaða úrslitið fyri árið óbroyttar. Bankin væntar, at úrslitið eftir skatt fyri 2024 verður millum 225-255 milliónir krónur.

– Útgangsstøðið hjá føroysku húsarhaldum og fyritøkum er sum heild eisini gott. Renturnar fara helst at lækka í ár, tó ikki við tí ferðini og títtleikanum, sum renturnar hækkaðu í fjør. Harumframt eru møguligar rentulækkingar eisini treytaðar av, at inflatiónin lækkar. Inflatiónin er tálmað nakað, men ikki so nógv, sum marknaðurin áður hevur væntað, sigur bankin í tíðindaskrivi.

Les eisini...  Góður laksaprísur gevur Bakkafrosti avlop upp á 565 milliónir

Roknskapurin í stuttum:

  • Úrslitið eftir skatt er 55 mio. kr. samanborið við 61 mio. kr. sama tíðarskeið í 2023.
  • Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar er 70 mio. kr. samanborið við 49 mio. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Niðurskrivingar á útlánum eru 23 mió. kr. Til samanberingar afturførdi bankin niðurskrivingar fyri 8 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør.
  • Útlánini eru hækkað úr 8,4 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 8,9 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár.
  • Realkredittlánini eru 2,6 mia. kr. og eru áleið tað sama sum fyrsta ársfjórðing í fjør.
  • Innlánini eru hækkað úr 8,5 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 8,9 mia. kr. fyrsta ársfjórðing í ár.
  • Solvensurin íroknað NEP-kapital er 39,9%.
  • Leiðslan væntar, at úrslitið eftir skatt fyri 2024 verður millum 225-255 mió. kr.