Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Krabbameinsfelagið byrjar nýggjan samrøðubólk fyri fólk sum hava mist makan

Ein samrøðubólkur fyri fólk, sum hava mist makan av krabbameini. Nýggjur bólkur byrjar 9. apríl

Krabbameinsfelagið sigur, at endamálið við at savna fólk, ið øll hava mist makan, er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, tankar og trupulleikar, sum missurin av makanum gevur og hevur.

Nýggjur samrøðubólkur byrjar tann 9. apríl.

– Ígjøgnum samtalurnar við onnur í somu støðu, fáa styrki til at koma eitt fet víðari í lívinum. Samtalurnar eru sjálvandi í trúnaði, skrivar Krabbameinsfelagið á heimasíðu sínari.

Til at skipa fyri og leiða bólkarnar, so eru sjúkrarøktarfrøðingar hjá Krabbameinsfelagnum, ið hava terapeutiska eftirútbúgving og hava drúgvar royndir við at arbeiða við fólki, sum eru í sorg og kreppu.

– Hevur hetta tín áhuga kanst tú ringja og fáa nærri at vita, á telefon 317959 ella senda okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.

Bólkurin kemur saman fyrstu ferð týsdagin 9. apríl, og møtt verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, ið heldur til á Grønlandsvegnum 58 í Havn.

– Ætlanin er, at bólkurin er samlaður 14 hvønn dag og í alt sjey ferðir, skrivar Krabbameinsfelagið.