Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Thetis skal røkja uppgávurnar kring Føroyar

Arktisk Kommando hevur sent verjuskipið Thetis til Føroya, eftir at tað kom fram, at tvey verjuskip hava tekniskar trupulleikar, og vit tí kundu rokna við, at einki danskt verjuskip fór at vera undir Føroyum fyrr enn miðjan mars

Í gjár sást eitt danskt verjuskip kring oyggjarnar, og í dag skrivar Arktisk Kommando á heimasíðu sínari, at verjuskipið Thetis er komið til Føroya, har verjuskipið komandi tíðina fer at røkja uppgávur og loysa hernaðarligu uppgávurnar í Norðuratlantshavi, ið Knud Rasmussen-skipini vanliga røkja.

– Thetis er í skundi gjørt til reiðar í Danmark og er sent til Føroya, eftir at Hvidbjørnen fyrr í mánaðinum varð sent til Grønlands, tí tekur Thetis sær fyribils av uppgávunum kring Føroyar. Í mars kemur fregattin Niels Juel eisini til Føroya, skrivar Arktisk Kommando.

Tekniskir trupulleikar á tveimum av verjuskipunum í Knud Rasmussen-klassanum, Ejnar Mikkelsen og Lauge Koch, hjá donsku sjóverjuni í Grønlandi hava havt við sær, at tvey skipi løgdust óvirkin við bryggju í Nuuk fyrr í mánaðinum.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, tók í farnu viku málið upp við danska verjumálaráðharran, Troels Lund Poulsen, har hann vildi vita, um verjumálaráðharrin heldur tað vera nóg trygt, at ongin skip hjá donsku sjóverjuni eru tøk kring Føroyar í løtuni, men nú er líkt til, at ein fyribils loysn er funnin.

Harumframt spurdi fólkatingsmaðurin, um verjumálaráðharrin hevur álit á, at danska verjan røkir uppgávur sínar til fulnar í Norðuratlantshavi, og um ætlanir eru at byggja fleiri verjuskip.

Troels Lund Poulsen upplýsir í svari til fólkatingsmannin, at tiltøk í løtuni verða sett í verk fyri at bøta um støðuna við Føroyar, og roknast kundi tí við, at eitt Thetis-skip kemur at røkja uppgávurnar kring Føroyar.

Danski verjumálaráðharrin viðurkendi í svarinum, at tað er ónøktandi og avbjóðandi, at fleiri skip hjá Arktisk Kommando hava tekniskar trupulleikar í løtuni. Hann sigur seg tó hava grundleggjandi álit á, at danska verjan røkir uppgávur sínar í Norðuratlantshavi, og vísir á, at verjan hevur fleiri aðrar møguleikar, ið kunnu setast inn eftir tørvi.

Les eisini...  Sjúrður: Vandi fyri at Bretland eisini fer at seta bann í verk

Verjumálaráðharrin fær ikki vátta, um danska sjóverjan hevur ætlanir um at byggja fleiri fregattir, men hann upplýsir, at semja er um at seta kanningar í verk fyri at lýsa tørvin á økinum.

(Mynd: Arktisk Kommando)