Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Veðurlagskjakið skorið niður í helvt á Twitter

Síðan Elon Musk yvirtók Twitter – ella X, sum hann nú nevnir tað – so verður ikki kjakast eins nógv og tað hevur verið um veðurlagsbroytingar

Twitter plagdi at vera leiðandi sosiali miðilin, tá tað kemur til veðurlagskjakið og veðurlagsbroytingar, men síðan ríkmaðurin Elon Musk keypti sosiala miðilin í 2022 er hetta ikki longur soleiðis.

Tað skrivar bretski miðilin The Guardian, sum hevur tað frá einari støðisgransking.

Granskararnir aftanfyri støðisgranskingina hava kannað 380.000 brúkarar, ið vanliga skriva um globala upphiting og lívmargfeldi. Seks mánaðir eftir, at Elon Musk hevði yvirtikið Twitter, sum nú eitur X, var hetta talið skorið niður í helvt, tí hesi høvdu gjørt sín profil óvirknan.

Granskararnir eru stúrnir um hesa gongdina og siga, at við tað, at fleiri umhvørvisbrúkarar siga “farvæl til Twitter, er ein eksistentiel hóttan”.

Eftir at Elon Musk hevur yvirtikið sosiala miðilin, hevur hann skorið nógv niður á starvsfólkahópin hjá Twitter, ið helt tamarhald á sosiala miðlinum.

Síðan tá hava fleiri frágreiðingar staðfest, at tað finnast alsamt fleiri villleiðandi upplýsingar um veðurlagsbroytingar og ein økt mongd, tá talan kemur til haturstalu, skrivar The Guardian.