Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36 leigar danskan áleypara

Teir hvítu í Havn hava skrivað undir leigusáttmála við danska álopsspælaran Zean Peetz Dalügge. Hann er leigaður úr Vendsyssel

Leingi hevur B36 leitað eftir einum áleypara til besta liðið, og nú er líkt til, at teir hvítu í Havn hava fingið sín mann.

Zean Peetz Dalügge er 20 ár og flytur til B36 úr Vendsyssel.

Tað skrivar heimasíðan hjá B36.

Hann verður lýstur at hava góðan bóltførleika, er kropssterkur og kvikur álopsspælari við stórum menningarmøguleikum.

Fyri trimum árum síðan spældi hann bara 17 ára gamal á besta liðnum hjá Esbjerg, sum tá var í næstbestu donsku deildini. Tá var hann mettur at hava sera góð fótbóltsevnir, tí italska felagið Genoa vildi gjarna hava fatur á Dalügge, og skiftið var eisini heilt nær við at henda, men hann dumpaði í læknakanningini.

Hann flutti síðan til Lyngby í Superliguni, men har var trupult at vinna sær pláss á liðnum, og hevði tá bæði leigusáttmála í íslendska Leiknir og HB Køge, áðrenn hann skrivaði undir sáttmála við Vendsyssel á sumri í fjør. Í heyst spældi hann níggju dystir fyri Vendsyssel.

Dälugge kom til Føroya í dag, og hann verður við í hópinum, sum skal spæla venjingardyst úti móti Skála leygardagin. Tann dysturin byrjar klokkan 12.

Avtalan er galdandi fyri hetta kappingarárið.