Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Spennandi avbjóðing hjá U17-dreingjunum í Gibraltar

Frá 12. til 20. mars fer U17-landsliðið við dreingjum til Gibraltar, har UEFA menningarkapping verður á skránni

Fróði Benjaminsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið 18 spælarar til UEFA menningarkappingina í Gribraltar, sum verður frá 12. til 20. mars.

Luttakandi londini eru Gibraltar, Føroyar, Ísland og Litava. Allir dystirnir verða spældir á Victoria Stadion, sum er tjóðarleikvøllurin í Gibraltar.

Áðrenn fráferð eru tvær venjingar á skránni, sum verða mikudagin 6. og fríggjadagin 8. mars.

Hópurin sær soleiðis út:
Jógvan í Skála, HB
Rani Johannesen, HB
Jónas Brynhildarson Gaard, HB
Dánial T. Mørkøre, HB
Silas B. Joensen, HB
Dávid Reynheim, HB
Markus Johansen, 07 Vestur
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Rasmus Emil Poulsen, B36
Djóni Sivertsen, B36
Eyðtór Eysteinsson Joensen, Royn
Jens Eiler Samson, Víkingur
Páll Müller, KÍ
Jeffrey Dulavík Berg, Skála
Tróndur Sjúrðarson, NSÍ
Pauli Richardson, NSÍ
Benadiktus Olsen, NSÍ
Mathias Trygve Møberg, Viborg FF (Danmark)

Dystaskráin sær soleiðis út:
14. mars Litava – Føroyar
16. mars Føroyar – Ísland
19. mars Gibraltar – Føroyar

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF