Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldur var eisini í City Church fyrr um kvøldið

Tórshavnar Sløkklið sløkti eld í kaminini í City Church fyrr um kvøldið, men tá átaksleiðarin seinni skuldi fara at kanna, um alt var í lagi í City Church, varð boðað frá stórum eldi

Tórshavnar Sløkkilið varð tilkallað til City Church fyrr um kvøldið, tí nógvur roykur kom úr oljufýringini.

Tá sløkkiliðið kom á staðið var eldur í kamini, sum bleiv sløktur.

Tað sigur Hans David Hansen, varaleiðari í Tórshavnar sløkkiliði.

Átaksleiðarin var á veg til City Church ein tíma seinni – um hálvgum eitt tíðina um náttina, fyri at vita, um alt var í lagi har, tá fráboðanin kom um seinna eldin, har bygningurin fekk stóran skaða.

Fráboðanin kom inn klokkan 00:18 mikunáttina, og ein minutt seinni var ein løgreglupatrulja á staðnum, ið staðfesti, at talan var um rættiliga stóran eld. Løtu seinni kom Tórshavnar Sløkkilið á staðið og byrjaði at sløkkja eldin.

Eldurin bleiv sløktur um hálvgum tvey tíðina mikunáttina, men løgreglan hevur síðan staðið vakt á staðnum, tí eldsbrunin skal kannast.

Tað hevur ikki borið til at kanna eldsbrunan, tí viðkomandi, ið kannar eldin, hevur havt forfall, men vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur í morgun, at aldsbrunin verður kannaður í dag ella mánadagin.

Hoyr innslag frá tíðindunum klokkan 12 her: