Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Norðurlendska meistaraheitið í innirógving verður um vikuskiftið

57 føroyingar fara at taka lut í netbornu kappingini

Leygardagin 2. mars verður norðurlandameistarakapping í innirógving. 

Tað skrivar Róðrarsamband Føroya á heimasíðu sínari.

Kappingin, sum kallast Nordic Indoor Championship, verður skipað upp á skift av limalondunum í Nordic Rowing, og í ár er tað danska róðrarsambandið, sum stendur fyri kappingini.

Hini limalondini í Nordic Rowing eru Finland, Svøríki, Noregi og Ísland.

Síðan koronafarsóttin gjørdi um seg kring heimin, so hevur kappingin verið skipað netborið/virtuelt, og soleiðis verður tað eisini hesa ferð.

– Tað ber við sær, at luttakararnir sjálvir standi fyri tilmeldingini og kunnu kappast har tey ynskja. Føroysku luttakararnir hava tó sligið seg saman, og kappast í felag fýra støð í landinum, í Vági, á Tvøroyri, í Sandavági og við Gøtugjógv, skrivar Róðrarsamband Føroya.

– Róðrarsambandið er við í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv, har vit stroyma beinleiðis á YouTube vanganum hjá Róðrarsamband Føroya, dagføra úrslitatænastuna og socialu vangar okkar. Áskoðarar eru vælkomnir at heppa upp á rógvarnar, skrivar Róðrarsambandið. 

390 setur eru tilmeldað til Nordic Indoor Championship 2024 – harav eru 57 føroysk. 

STARTRØDIN SÆST HER