Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Spanski toppskjúttin fær Pichichi-steypið

Í Italia verður toppskjúttin kallaður Capocannoniere og í Spania vinnur toppskjúttin Pichichi-steypið.

Hvør var so Pichichi? Hann var bert 1,54 m høgur, hevði hvíta tilbinding á høvdinum og varð eyknevndur “Lítli dunnuungin”. Hóast hann doyði bert 29 ára gamalur, so er eftirmælið tryggjað, tí spanska blaðið Marca navngav spanska toppskjúttanum og gav Pichichi-steypið í 1953 fyri at heiðra minni hansara. Hvørt ár fáa toppskjúttarnir í La Liga og Segunda División steypið.

Rafael Moreno Aranzadi ella Pichichi, sum hann var kallaður, var føddur 23. mai 1892 í Bilbao. Hann spældi áleypari fyri Athletic Bilbao í 1910-árunum og 1920-árunum. Hann varð kallaður Pichichi orsakað av skirvisliga kropsbygnaðinum.

Pichichi spældi fyrstu Copa del Rey finaluna í mars 1913, tá Athletic Bilbao tapti 0-1 fyri Racing Club de Irún (sum seinni gjørdist partur av Real Unión). 21. august sama ár spældi Athletic Bilbao aftur ímóti Real Unión og fingu innbjóðing til at spæla fyrsta dystin á San Mamé leikvøllinum og hann skoraði allarfyrsta málið á vøllinum. Tveir mánaðir seinni skoraði hann eisini fyrsta málið á nýggja vøllinum hjá Real Sociedad, Atotxa leikvøllinum, í byrjanardystinum á leikvøllinum.

Pichichi var lættur at kenna aftur, tí hann hevði eina hvíta tilbinding um høvdið. Eftirfylgjandi spældi Pichichi í fimm øðrum heimligum finalum, har hann var við at vinna fýra finalur og skoraði hattrikk í finaluni í 1915, tá Bilbao vann 5-0 á RCD Espanyol.

Í 1920 var Pichichi partur av allarfyrsta landsdystinum, sum Spania spældi í OL í Belgia. Mótstøðuliðið var Danmark á La Butte í Brüssel tann 28. august 1920. Tað var fyrsta umfar í OL-kappingini og Spania vann heilt óvæntað 1-0 á Danmark, tá Patricio skoraði í 54. minutti.

Les eisini...  AB-TB og EB/Streymur-B36 beinleiðis á FM1 sunnudagin frá klokkan 14.50

Fyrsta liðuppstillingin hjá Spania:

Ricardo Zamora – (FC Barcelona)
Luis Otero – (Real Vigo Sporting Club)
Mariano Arrate – (Real Sociedad)
José Samitier – (FC Barcelona)
José María de Belausteguigoitia “Belauste” – (Athletic Bilbao)
Ramón Eguiazábal – (Unión Club Irún)
Francisco Pagazaurtundúa “Pagaza” – (Racing de Santander)
Félix Sesúmaga – (FC Barcelona)
Patricio Arabolaza “Patricio” – (Unión Club Irún)
Rafael Moreno “Pichichi” – (Athletic Bilbao)
Domingo Acedo (Athletic Bilbao)

Hann spældi 5 landsdystir innan fyri eina mánaða og skoraði í seinasta dystinum, tá Spania vann 3-1 á Hollandi, men tá ið hann kom aftur frá OL-leikunum í 1920 hildu fleiri, at hansara avrik samsvaraðu ikki við ummælið sum stjørnuleikari og hann tók atfinningarnar so nær, at hann gavst at spæla og gjørdist dómari ístaðin.

Pichichi doyði 2. mars 1922 bert 29 ára gamalur, tá hann brádliga varð fongdur av blæmusótt og fjeppararnir mundu angra beiska mátan, sum hetjan fór úr felagnum uppá. Tey tíggju kappingarárini, sum Pichichi spældi fyri Athletic Bilbao millum 1911 og 1921, skoraði Pichichi 200 mál í 170 dystum. Hann skoraði samanlagt 83 mál í 89 landskappingardystum fyri einasta felagið, sum hann umboðaði á fótbóltslívsleiðini.

Í 1926 varð ein bringumynd reist fyri at heiðra Pichichi á San Mamé leikvøllinum. Tað var siðvenja hjá feløgunum, sum vitjaðu leikvøllin fyrstu ferð at vísa viðurkenning við at leggja eitt blómutyssi við súlufótin. Á nýggja leikvøllinum frá 2013 hevur Pichichi fingið eitt stað á veg inn í leikaratunnilin, soleiðis at siðvenjan kann halda fram.

Heiðrar:

  • Vann Copa del Rey: 1914, 1915, 1916 og 1921
  • Vinnari av Norður/Vizcaya økiskappingum: 1913–14, 1914–15, 1915–16, 1919–20 og 1920–21
  • Summar OL: silvurheiðursmerki