Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr Mariu P. Nólsoy, Annu Elisabeth H. Weyhe, Súnu K. Hansen og landsliðsvenjaran seta orð á 39-21 sigurin á Luksemborg

Hoyr samrøðurnar reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við føroysku landsliðsleikararnar, Mariu P. Nólsoy, Annu Elisabeth H. Weyhe og Súnu K. Hansen, og samrøðuna Sjúrður gjørdi við landsliðsvenjarin, Claus Mogensen um 39-21 EM-undankappingarstórsigurin á Luksemborg í høllini á Hálsi í Havn. Tey fegnast um tveir stórsigrar á Luksemborg, og nú verður farið eftir tveimum góðum avrikum móti Svøríki á heimavølli 3. apríl, og móti Íslandi á útivølli 7. apríl, ið kunnu vinna okkum til EM-endaspælið í Ungarn, Sveis og Eysturríki, sum ein av teimum betru tríararunum.

Málskjúttar Føroyar: Anna Elisabeth H. Weyhe 6, Maria P. Nólsoy 5, Karin Egholm 5, Elsa Egholm 4, Jana Mittún 4, Hervør Niclasen 4, Rannvá Olsen 3, Lív S. Poulsen 3, Pernille Brandenborg 2, Bjørk F. Joensen 2, Bjarta O. Johansen 1.

Annika F. Petersen bjargaði sjey av fimtan málroyndum, og Rakul S. Wardum bjargaði fýra av 17 málroyndum.

Mynd: HSF