Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyar vunnu 39-21 á Luksemborg – Hoyr dystarendan og samanumtøku

Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal og viðmerkjaran, Jórun Ludvig siga frá dystarendanum og taka samanum EM-undankappingardystin Føroyar-Luksemborg 39-21 (17-9). Føroyar spæla móti Svøríki á heimavølli 3. apríl, og ímóti Íslandi á útivølli 7. apríl. Enda okkara kvinnur millum fýra teir bestu tríararnar í teimum átta EM-undankappingarbólkunum.

Málskjúttar Føroyar: Anna Elisabeth H. Weyhe 6, Maria P. Nólsoy 5, Karin Egholm 5, Elsa Egholm 4, Jana Mittún 4, Hervør Niclasen 4, Rannvá Olsen 3, Lív S. Poulsen 3, Pernille Brandenborg 2, Bjørk F. Joensen 2, Bjarta O. Johansen 1.

Annika F. Petersen bjargaði sjey av fimtan málroyndum, og Rakul S. Wardum bjargaði fýra av 17 málroyndum.