Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Ríðingarfelag tveir nýggjar nevndarlimir

Eva L.S. Klemmentsen og Birita Lútzen eru nývaldar í nevndini

Sum so ofta so var aðalfundurin hjá felagnum lívligur og væl av fólki var møtt. Reiðfólk hava ongantíð verið skorin fyri tungubandinum, so kjakið var sum siður er lívligt. 

Nevndarval var eisini. Hesi vóru vald í nevndina, sum á fundi í dag hevur skipað seg soleiðis. Formaður er Brandur í Dali, næstformaður, Osvald S. Johansson, nevndarlimir, Tummas P. av Reyni, Eva L.S. Klemmentsen og Birita Lútzen. Tær báðu síðstnevndu eru nývaldar. Tiltakslimir eru Barbara Carlsen og Bergfríð Lassen. 

Felagið ið nú hevur 81 ár á baki, er millum stóru ítróttarfeløgini í Havn og har eru nógvar verkætlanir í gongd í løtuni. Størsta ætlanin er helst nýggj kappríðingarbreyt. Felagið fekk ein stóran trupulleika tá tað vísti seg at nýggi innkomuvegurin kom beint á breytina sum felagið eigur uppi í Marknagili. Her verður arbeitt við nýggjari breyt á økinum hjá felagnum í Havnardali.

Onnur mál ið nevndin hevur fyri framman eru m.a. Djóradagar, FM kappingar, nýbygging av fjósum og so hevur nývalda nevndin eisini sett sær fyri at fáa eina betri virkandi limaskipan, til teir áleið 300 limirnar.