Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

72 luttakarar á fótbóltsráðstevnu

Aftur í ár gjørdist talan um eina væl eydnaða ráðstevnu um barna- og ungdómsfótbólt

– Aftur í ár gjørdist talan um eina góða ráðstevnu, og eg haldi at øll fingu nakað burtur úr, sum tey samstundis kunnu taka við sær víðari á venjaraleiðini. Tað er eisini at fegnast um, at tað eru so mong, ið fáast við at venja børn og ung, og at tey taka av hesum tilboðnum.

Tað sigur Pætur Smith Clemensten, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya, tá hann skal seta orð á árligu ráðstevnuna um barna- og ungdómsfótbólt, sum FSF skipaði fyri um vikuskiftið.

Tilsamans 72 luttakarar vóru á ráðstevnuni, ið varð hildin fríggjadagin og leygardagin. Á skránni vóru framløgur, venjingar, umframt áhugavert kjak millum luttakararnar. Ástøðiligi parturin var í B36 húsinum og í Trinstovuni á Tórsvølli, meðan venjingarnar vóru á Ovara vølli í Gundadali.

Gestur á ráðstevnuni hesaferð var Håkon Grøttland, ið stendur á odda fyri leikara- og venjaramenningini í norska fótbóltssambandinum. NFF.

Radstevna_Barna_Ungdomsfotboltur_Februar_2024_2000

Radstevna_Barna_Ungdomsfotboltur_Februar_2024_2000-4_TEL

Radstevna_Barna_Ungdomsfotboltur_Februar_2024_2000-3_TEL

Radstevna_Barna_Ungdomsfotboltur_Februar_2024_2000-46

Radstevna_Barna_Ungdomsfotboltur_Februar_2024_2000-45

Ein longri myndarøð sæst her.

Myndir: Maria Ziskason, Pætur Smith Clementsen og Hans Erik Danielsen/FSF

Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF