Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hvør koppar Boga?

Fimti Tórshavnar Bridgefestival verður um vikuskiftið. 120 bridgespælarar fara at spæla kort og av teimum er størra helvtin útlendingar

Tórshavnar Bridgefestival verður hildin í Havn frá hósdegnum 7. til og sunnudagin 10 mars.

Millum teir 120 bridgespælarar sum seta seg við bridgeborðini er føroyski bridgeúrmælingurin Bogi Simonsen, sum hevur vunnið Tórhavnar Bridgefestival tær fýra ferðir festivalurin hevur verið.

Bridge er spæl fyri pør og Bogi hevur vunnið saman við norska Nils Kvangraven og tríggjar ferðir við íslendska Bjarna Hólmari Einarssyni.

Av teimum 120 bridgespælarunum eru omanfyri helvtina útlendskir spælarar, teirra millum onkur heimsmeistari. Íslendingar hava tikið væl undir við kappingini frá fyrsta degi og knappliga 30 íslendskir spælarar koma hendan veg, teirra millum ársins bridgespælari í Íslandi Aðalsteinn Jørgensen, sum var við at vinna HM við Íslandi á sinni. Eisini eru 9 finskir spælarar komnir til Føroya.

Spenningur er um Bogi og Bjarni Hólmar Einarson aftur fara at vinna í ár.

Spurningurin er um nakar kann koppa teimum? At kalla allir teir bestu føroysku spælararnir eru við í kappingini, eitt nú Símun Lassaberg og Arne Mikkelsen, sum hava vunnið fleiri kappingar í ár, Pól E. Egholm og Magni Jøkladal hava eisini roynst væl, og Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr plaga altíð at standa seg væl, og teir munnu eisini fara at vera frammarlaga, tá ið gjørt verður upp leygardagin 9. mars.

Flestu árini hava kappingarnar verið rættiliga javnar, eitt árið var so javnt millum nummar tvey og trý, at hevði nummar trý tikið tvey stikk meira enn nummar tvey – av teimum tilsamans 11.000 stikkunum, sum vóru at taka í kappingini, so var býtt um millum tey bæði pørini.

Les eisini...  Darwin byrjar at vísa sítt virði!

Hetta er fimtu ferð at Føroya Bridgsamband skipar fyri Tórshavnar Bridgefestivali.

Í ár verður spælt í Dansifrøi í Havn.