Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Poul gevur út bók um fyritøkuna

Hetta er í samband við, at Poul Michelsen Heilsøla verður 50 ár í ár

– Bókin er sólskinssøgan um Pf. Poul Michelsen.

Tað siga teir báðir høvundarnir, Tróndur Djurhuus og Kári Mikkelsen, um bókina “Onkustaðni á Vegnum – Íverksetan og verkið”, nú heilsølan verður 50 ár í ár.

Hon er samstundis ein familjusøga, men mest um ein orðblindan skúladrong, hvørs lívsverk nú er farið um hálvu øldina og hann sjálvur táttar í tey áttati.

Høvundarnir siga, at fyri at skilja søguna um fyritøkuna, mugu vit fyrst til fulnar skilja Poul sjálvan. Søgan røkkur tí ikki einans yvir hesi 50 árini, men yvir seinastu 80 árini.

Í dag vitjaði Poul Michelsen inni á sínum gamla arbeiðsplássi, har hann handaði sitandi borgarstjóra, Heðini Mortensen, eitt eintak av bókini. Heðin helt høvuðstaluna á veitsluni hjá fyritøkuni leygardagin, har hann skemtiliga greiddi frá samskiftinum teirra millum líka frá barnsbeini av. 

Kelda: Tórshavnar kommuna