Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Facebook og Instagram eru niðri: Ert tú rakt/ur?

Um tú hevur trupulleikar at logga teg á Facebook og Instagram í løtuni, so er tað ein góð orsøk, hví so er

Júst nú eru trupulleikar hjá Meta, ið eigur Facebook og Instagram.

Hesir trupulleikar hava millum annað við sær, at tað ber ikki til at logga seg á bæði Facebook og Instagram í løtuni.

Fert tú inn á Downdetector, har til ber at siga frá feilum við heimasíðum og sosialum miðlum, so sært tú eisini, at har eru komnar rættiliga nógvar fráboðanir inn um Facebook og Instagram júst nú.

Fólk, ið eru hjá kappingarneytanum X, sum upprunaliga æt Twitter, hava eisini lagt til merkis, at Facebook er niðri í løtuni, og millum annað hesin brúkarin hevur postað hendan postin á X.

Meta upplýsir á heimasíðu sínari metastatus.com, at tey eru greið yvir feilin og arbeiða við at loysa trupulleikan skjótast gjørligt.

Tað eru eisini trupulleikar við sosiala miðlinum Whatsapp.