Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Standmyndin av Andreu Árting kemur upp at standa í summar

Ætlanin var, at standmyndin skuldi avdúkast á altjóða kvinnudegnum 8. mars. Men fyri eini tíð síðan boðaði bronsustoyparíið, at hetta fór ikki at halda

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tók í fyrraárið stig til beinanvegin at útvega fígging og at fara undir at gera standmyndina av Andreu Árting, ið skal setast upp í Steinatúni.

Men tað hevur víst seg at vera rættiliga avbjóðandi at gera standmyndina, soleiðis, at arbeiðið hevur drigið út, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

– Seinasta ætlanin var, at standmyndin skuldi avdúkast á sjálvum kvinnudegnum 8. mars. Men fyri eini tíð síðan boðaði bronsustoyparíið, sum ger standmyndina frá, at hetta fór ikki at halda, skrivar kommunan.

Víðari skrivar heimasíðan, at framleiðslan av standmyndini gjørdist væl truplari, enn roknað varð við.

– Ein frágeiðing vísir, at uppgávan hevur verið ein størri avbjóðing, enn upprunaliga væntað – ein orsøk er, at kompleksi bygnaðurin ikki er royndur á henda hátt áður.

Men nú er so ein endalig avtala gjørd, soleiðis at standmyndin kemur til Føroya mitt í juli og kemur upp at standa stutt eftir. Kommunan skrivar eisini, at seinkaða arbeiðið hevur havt við sær, at ætlanin er dýrkað við 170.000 krónum.

– Nú er altso uppá tíðina, at henda megnar fakfelagskvinna, sum stýrdi Havnar Arbeiðskvinnufelag í samfull 40 ár, fær eina standmynd reista í Steinatúni, sigur Heðin Mortensen við heimasíðuna hjá kommununi.

– Málið er gamalt, men vit halda okkum til upprunaliga tilmælið um eitt fólksligt verk, sum skal vera sjónligt í býarmyndini, sigur Heðin.

Myndin sýnir upprunaliga uppskotið, sum listamaðurin Edward Fuglø gjørdi.

Eitt samt Tórshavnar býráð samtykti á heysti í 2019, at ein standmynd ella eitt minnismerki skal reisast yvir undongukvinnuna Andreu Árting.

Les eisini...  Kaimar Saag: - Dysturin var javnur

Byráðið játtaði tá 300.000 krónur til verkætlanina, og harumframt hava aðrir partar játtað at vera vid í verkætlanini, sum nú er dýrkað við 170.000 krónum.