Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ungfólk settu eld á plattar í miðbýnum í Havn

Talan var um ungfólk um 15 ár. Eisini hava nøkur harðskapsmál verið millum ung í hesum aldri um vikuskiftið

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í nøkrum plattum, sum hava verið brúktir sum benkur á torginum millum gamla bankabygningin og handilin hjá Guðrun & Guðrun.

Fráboðanin kom inn klokkan 20:15.

Tað vóru ungfólk, um 15 ár, ið høvdu sett eld á.

Eldurin varð sløktur av eldsløkkjararanum, sum var í løgreglubilinum, men seinni kom Tórshavnar Sløkkilið eisini á staðið og sløkti eldin heilt, tí tað gløddi eitt sindur.

Harðskapsmál í Tórsgøtu
Tíðliga leygarmorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt harðskapsmál var farið fram í Tórsgøtu í Havn.

Her vóru nógv fólk undir 18 ár savnað, har tað kom til ilnar millum tvey ungfólk.

– Nógv fólk vóru til staðar, so har vóru nógv vitni til tilburðin. Í samband við hendingina, er ein ungur maður skuldsettur fyri harðskap, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi.

Vaktleiðarin sigur eisini, at løgreglan arbeiðir við einum øðrum harðskapsmáli, sum er meldað í hesi vikuni, men vaktleiðarin hevur ikki so nógvar upplýsingar um hetta málið í løtuni, meðan kanningararbeiðið enn er ígongd.