Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Læknamiðstøðin í Gøtudali verður útbygd

Á býráðsfundi í síðstu viku samtykti býráðið í Eysturkommunu at taka av tilboði frá Articon, um at víðka um læknamiðstøðina í Gøtudali

Tað er Teknistovan í Gøtu, ið hevur teknað, í samstarvi við kommunu, lækna og avvarandi myndugleikar.

Eysturkommuna hevur síðani samanleggingina í 2009 víst á, at skuldi tørvur verið á útbygging av hølunum, so vildi kommunan gera sítt til, at hetta læt seg gera. Tá heilsutrygd fyrr í heyst setti ein lækna afturat í læknadømið, varð tørvur á fleiri fermetrum í læknamiðstøðini í Gøtudali.

Samskift hevur verið við lækna og heilsutrygd um,  hvat hølini skulu innihalda. Loysnin, ið liggur á borðinum, er meira enn ein tvífalding av teimum fermetrum, sum eru í miðstøðini í dag. Hetta fer at gera tað møguligt hjá fleiri læknum og øðrum heilsutænastum at húsast undir somu tekju.

Býráðið viðgjørdi málið í samband við fíggjarætlanararbeiði í heyst, og nú er klárt at fara undir arbeiðið. Kommunan hevur tikið av tilboði frá Articon, ið fer undir at grava og byggja sum skjótast. Arbeiðið hevur í sær eina uppíbygging, umframt eina endurnýggjan av hitaskipan, ið skal veita hita til tann nýggja og gamla bygningin. Eisini er eitt ávíst arbeiði av nýggjari ventilatiónsskipan. Og síðani sambinding av bygningunum.

Eftir ætlan, verður klárt at flyta inn við ársenda í ár og harvið verður aftur møguligt hjá øllum borgarunum í Eysturkommunu at greiða síni læknaviðurskifti í viðtaluni í Gøtudali.

Samlaður kostnaður av verkætlanini er níggju milliónir krónir.