Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Borgarafundur um Tjørnuvíkartunnilin í kvøld

Fundurin verður í bygdarhúsinum í Tjørnuvík í kvøld klokkan 18

Borgarafundurin, sum skuldi vera tann 30. januar, men bleiv útsettur, verður í kvøld, 6. mars klokkan 18.

Tað skrivar Sunda kommuna.

Tað er Landsverk, ið bjóðar íbúgvunum í Tjørnuvík til ein kunnandi fund viðvíkjandi fyrireikingunum at gera ein tunnil til bygdina.

Umboð fyri Landsverk kunna um verkætlanina, meðan Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, luttaka eisini á fundinum. 

Fólk fáa eisini høvi at spyrja um verkætlanina.

Løgtingslimur vil vita nær fyrsta skotið verður latið av
Jóhannis Joensen, tingfólk fyri Javnaðarflokkin, hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Dennisi Holm, ein grein 52a fyrispurning um tunlar og Tjørnuvíkartunnilin.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Hvussu gongur við arbeiðinum við Dalstunlinum?

2. Heldur tíðarætlanin?

3. Nær verður dalstunnilsprojektið við tilhoyrandi vegum liðugt?

4. Nær verður fyrsta skotið til tunnilin til Tjørnuvíkar skotið?

Í viðmerkingunum til spurningarnar vísir tingmaðurin á, at tunnilstoymið hjá Landsverki skal til Tjørnuvíkar, tá dalstunnilsprojektið er liðugt.