Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Enn eingin almenn frágreiðing hví Facebook og Instagram vóru niðri í gjár

Yvir 400.000 brúkarar søgdu í gjár frá, at tey høvdu trupulleikar at logga seg á bæði Facebook og Instagram

Tað var næstan krepputilstandur eina løtu seinnapartin í gjár, tá fólk funnu útav, at hvørki Facebook ella Instagram virkaðu eftir vild, tá roynt varð at koma á hesar sosialar miðlar.

Sambært heimasíðuni Downdetector høvdu umleið 360.000 brúkarar klokkan 15:45 boðað frá, at tey høvdu trupulleikar við Facebook, meðan yvir 56.000 brúkarar boðaðu frá, at tey høvdu trupulleikar við Instagram.

Tað skrivar Ritzau-tíðindastovan.

Tá brúkarar royndu at fara inn á eitt nú Facebook, blivu tey loggaði av og ikki bar til at logga seg á aftur.

Umleið klokkan 16:30 skrivaðu fleiri miðlar, millum annað danska Ekstra Blaðið og B.T., at tað aftur var møguligt hjá brúkarum at logga seg á aftur hesar sosialu miðlar.