Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36-Varpið nr 6

Vit fara eftir FM í ár! Hetta vóru Bjarki Nielsen og Benjamin Heinesen samdir um, nú teir vóru gestir í B36 Varpinum. Í sendingini bleiv tosað um vónirnar hjá B36 til kappingarárið 2024, men tað bleiv eisini litið aftur á onkrar minniligir dystir í Europa, og ta dramatisku steypafinaluna móti HB í 2018. Eitt sindur av nørdarí um tær nógvu ymisku mekanismurnar á einum fótbóltsliði, var eisini á skránni.