Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsblaðið hjá FSF útkomið

Fótbóltsblaðið 2024 er útkomið, og fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið, og í No 12 á Tórsvølli

Ellinta árið á rað verður Fótbóltsblaðið útgivið. Blaðið, sum aftur í ár telur 100 blaðsíður, fæst ókeypis í øllum EFFO støðunum kring landið, og í No 12 á Tórsvølli.

Tað er Fótbóltssamband Føroya, ið er útgevari, skrivar FSF á heimasíðu sínari.

Í Fótbóltsblaðnum verður ljós varpað á øll 17 feløgini, sum eru limir í FSF, umframt ungdómslandsliðini, A-landsliðini hjá kvinnum og monnum, og dómararnar.

Eisini ber til at lesa um evropeisku luttøkuna hjá føroysku feløgunum. Var tað ein fjarskotin dreymur, ella er tað ein nýggjur veruleiki, ið vit skulu venja okkum við, nú KÍ spældi seg í eitt evropeiskt bólkaspæl.

Av øðrum tilfari í blaðnum kann nevnast klumman, sum Emil Lisberg Jacobsen hevur skrivað, og harafturat verður hugt nærri at EM-endaspælinum fyri U17 gentur, sum verður í Føroyum um eitt gott ár, og sum er nógv tann størsta altjóða kappingini, ið FSF nakrantið hevur skipað fyri.

Mynd og Kelda: Hans Erik Danielsen/FSF