Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hesir fimm prestarnir hava kært bisp

Fimm prestar hava kært bisp til Almanna- og mentamálaráðið, tí teir eru ónøgdir við setanartilgongdina og avgerðina, tá Ovi Brim varð settur í nýtt starv sum próstur. Felags fyri hesar fimm prestarnar er, at allir hava søkt starvið sum próstur

Tað gongur ikki altíð sum prestur prædikar, og tað sama kann sigast um orrustuna í fólkakirkjuni, eftir at tað kom fram, at fimm prestar hava kært bispin, Jógvan Fríðriksson, til Almanna- og mentamálaráðið í samband við, at tey eru ónøgd við setanartilgongdina og avgerðina, at seta Ova Brim í nýggja starvið sum próstur.

Ónevndar keldur siga fyri Norðlýsinum, hvørjir prestarnir eru, sum hava kært bisp. Sambært Norðlýsinum, so er tað Inga Poulsen Dam, Theodor E. D. Olsen, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, Anne Mette Greve Clementsen og Maria Jørðdal Niclasen, ið hava kært bisp.

Prestarnir siga millum annað í kæruni, at setanartilgongdin hevur verið í stríð við almenna setanarpolitikkin, at grundgevingin í setanini ikki hevur verið nøktandi, at ósaklig atlit eru tikin við í viðgerðina, at tað frammanundan var avgjørt, hvør skuldi fáa starvið og at bert ein var tilmæltur, hóast lógin ásetur, at bispur skal geva landsstýriskvinnuni eitt raðfest tilmæli við trimum umsøkjarum.

Tað var Kringvarpið, sum farna vikuskiftið skrivaði um málið, sum byrjaði í mai í fjør, tá Løgtingið, eftir tilmæli frá bispi, broytir lógina, so kirkjan kann fáa ein próst afturat verandi dómprósti.

Orsøkin er, at arbeiðsbyrðan hjá dómprósti er ov stór, verður sagt, sambært Kringvarpinum.

Tíðliga seinasta heyst varð so søkt innanhýsis millum prestarnar eftir nýggjum prósti. Átta av teimum 26 prestunum í tænastu í føroysku fólkakirkjuni valdu at søkja starvið.

Tríggir av teimum átta umsøkjarunum vórðu kallaðir inn til setanarsamrøðu hjá eini setanarnevnd, sum ikki hevði nakað starvsfólkaumboð við.

Tann 20. oktober fáa sjey prestar boð um, at “eftir setnarsamrøðurnar avgjørdi ein samdur setanarbólkur at innstilla tann, eftir okkara meting, best skikkaða umsøkjaran“, skrivar Kringvarpið úr innlitinum, sum stovnurin hevur fingið.

Les eisini...  Fólkakirkjan skal nú hava diakonprest

Hetta halda prestarnir ikki vera nóg góða grundgeving, og teir halda, at vektingin í samband við viðgerðina av umsóknunum hevur ikki verið í samsvari við lýsingina.

Landsstýriskvinnan eigur endaligu avgerðina
Tá bispur sendir tilmæli til landsstýriskvinnuna í kirkjumalum, Sirið Stenberg, so avgerða teir fimm prestarnir at senda kæru til Almanna- og mentamálaráðið, har teir gera vart við sína ónøgd, tí sambært kæruni, so hevur bispur ikki innstillað tríggjar umsøkjarar til landsstýriskvinnuna, men bert eitt tilmæli, um at seta Ova Brim í nýggja starvið.

Bispur sendir, sambært Kringvarpinum, síðan eitt raðfest tilmæli við trimum prestum, men hevur tá longu boðað prestunum frá, at Ovi Brim fer at verða settur í starvið.

24. januar í ár kemur svarið frá Almanna- og mentamálaráðnum, har ráðið staðfestir avgerðina, at Ovi Brim skal fáa starvið.

Tó gevur ráðið teimum, sum hava kært bisp, rætt í, at tað var skeivt av bispi at boða øllum prestunum frá, at hann hevur mælt til at seta Ova Brim í starvið, áðrenn landsstýriskvinnan hevði tikið endaliga støðu.

Slík venja kann leggja eitt óneyðugt trýst á landsstýrisfólkið, sum eisini skal hava høvi at eftirkanna, hvørt týðilig brek eru við setanartilgongdini, eins og kærurætturin hjá øðrum umsøkjarum gerst óveruligur, tí atlitið at góðvarninum hjá tí, ið bispur hevur mælt til, kann tala ímóti, at avgerðin verður víst aftur til nýggja viðgerð“, sum Almanna- og mentamálaráðið orðað seg í svarinum upp á kæruna, sum ráðið hevur givið Kringvarpinum innlit í.

Kringvarpið skilir á lagnum, at teir fimm prestarnir umhugsa nú at fara víðari við málinum og troyta aðrar kærumøguleikar.