Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Politiið tikið tíggju í ár sum hava koyrt ávirkað av rúsevnum

Tað er heldur fleiri enn vanligt so tíðliga á árinum, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi

Í løgreglufrágreiðingini fyri seinasta døgnið, er ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum.

– Vit hava tikið tíggju bilførarar higartil í ár, sum hava koyrt ávirkað av rúsevnum, og tað er heldur fleiri enn vanligt so tíðliga á árinum.

Tað sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi í samband við, at ein bilførari varð tikin á Skipaneskrossinum beint eftir midnátt, ið koyrdi ávirkaður av rúsevnum. Tað staðfesti ein blóðroynd, sum bleiv tikin stutt eftir, at bilførarin varð steðgaður í Eysturoynni, og er nú skuldsettur fyri hetta.

Vaktleiðarin greiðir frá, at tá tað er staðfest, at fólk hava koyrt ávirkað av rúsevnum, so missa tey koyrikortið treytaleyst í eitt ár.

Rýmdi frá ferðsluóhappi
Um nátturðatíð í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Havn, har ein bilur rendi á eitt stakitt við eini sethús, men heldur enn at siga frá, so avgjørdi bilførarin at rýma frá staðnum, men megnaði at renna á ein annan bil, sum stóð við sethúsið, har óhappið hendi, og hevði eitt træpetti hangandi úr kølaranum.

Tað hevur kanska sæð eitt sindur margháttligt út, tí eitt fólk, sum sá hendan bilin, valdi at taka film av bilinum – og harvið eisini av nummarplátuni, og tað hjálpti løgregluni at finna fram til bilføraran, sum mann freistar til at siga hevði funnið íblástur frá telduspælinum Grand Theft Auto við sínari koyring.

Bilførarin hevði koyrt ávirkaður av rúsdrekka, og tað er hann nú skuldsettur fyri.

– Eisini kann viðkomandi bilførari vænta, at hann verður skuldsettur fyri at rýma frá ferðsluóhappinum, greiðir vaktleiðarin frá.